Nú eru tey sjey sum hava klára kravtíð til Oyggjaleikir

Vit hildu tað vera rættiliga harðar treytir í fjør, at skerpa kravtíðina til Oyggjaleikir á Álandi frá 5. bestu tíð til 3. bestu tíð á undanfarnu Oyggjaleikum. Altso tað sama sum at siga, at kravtíðin í ár vildi hava givið bronsuheiðursmerki á Rhodos. Vit spáddu kanska 4-6 at fara til Álands; men nú eru tey sjey. Fýra gentur sum í øllum førum kunna brúkast blandaðu liðsvimjingina (Birita, Malan, Shaila og Mona), og so teir tríggir Pál, Kári og Dánjal Martin. Og frá nú av leggjast tey vælsagtans bara afturat, um ikki onkur av hesum fær forfall frá kappingini á Álandi, ella verður troðkaður av liðinum av øðrum.

Stevnan í dag vísti at tey eru nógv sum liggja framvið, bæði av eldri og yngri svimjarum. Ein rættiliga góð breidd millum teir yngru árgangirnir sum kunnu hugsast at koma hava nakað við Áland 2009 at gera, og eisini nokk so góð uppmøting millum tey sum hava verið á Oyggjaleikum fyrr. Tey royna øll eftir hesum triðbestu tíðunum, sum í øllum førum burdi merkt at tey koma í finalu á Álandi. Tað er hendan stevnan og ein afturat í Føroyum, umframt hvat tey nú kunnu finna sær av stevnum uttanlanda, áðrenn endaliga og avgerandi stevnan verður í Tórshavn, tann 18. til 19. apríl.

Oyggjaleikir er ikki longur fremsta kapping í kalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya, men vit burdu tó kunna gjørt enn ein vørr, við hesum svimjarum. Eg telji sum er 11 gull, 10 silvur og 4 bronsu, um støðið á Álandi verður júst tað sama sum støðið á Rhodos, og okkara svimjarar eisini halda akkurát sama støði, sum tá tey kláraðu kravtíðina. Møguliga er hetta ikki realistiskt viðvíkjandi støðinum á Álandi; men lat tað verða sagt, at tað er tað heldur ikki viðvíkjandi at okkara ikki gerast enn betri, áðrenn kappingina í summar 🙂

Sí annars yvirlitið her á hesi heimasíðu, har eg havi roynt at lista upp okkara núverandi oyggjaleikakandidatar. Við fyrivarni, og absolutt eitt ‘work in progress’, við tað at tað heilt vist eru onnur sum eisini ætla sær upp á listan. Svimjisambandið hevur veruliga tann luksustrupulleika í dag, at vit risikera at skula senda eini 10-12 til Álands, sum øll liggja til at taka heiðursmerki sum einstaklingar, umframt sum lið. Og kanska verða tey enntá fleiri, við tað at svimjararnir væntandi oppa seg heilt ímóti endanum, tá síðsta freist er at kvalifisera seg.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.