Tey svimja bara heilt skjótt, her norðuri á Ægir-stevnuni í Klaksvík, har svimjarar í øllum aldursbólkum nú kappast um pláss á Oyggjaleikum og landsliðum og øðrum góðum. Til nú eru vit ikki komin gjøgnum meira enn fyrsta morgunin; men tó so hava 5 svimjarar kvalifiserað seg afturat til talentlandsliðið, 2 til DÅM, og 1 til Oyggjaleikir.
Nýggir svimjarar á talentlandsliðnum eru Oddný Thomsen, Erna Katrin Olsen og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim, Óli Mortensen úr HS, og Jóhan Hermann Slættalíð úr FLOT, meðan Victoria Eysturdal úr Ægir og Turið S. Christiansen úr Reka kvalifiseraði seg til Danske ÅrgangsMesterskaber.
Og Birita Debes úr FLOT kvalifiseraði seg til Oyggjaleikir, við at betra seg frá 31.91 til 30.74 í 50 rygg, har Oyggjaleikakravtíðin var 31.82 sekund. Einki er avgjørt enn, við tað at har sum kunnugt bara sleppa tveir teir skjótastu svimjararnir við til Oyggjaleikir, í hvørjari kappingargrein. Men 13 ára gamla Birita er í øllum førum væl við, við at hava svomið tað inntil víðari skjótastu tíð av øllum kvinnum í ár.
Luttøkan er avbera góð her norðuri, við so gott sum øllum teimum svimjarum sum yvirhøvur kunnu hugsast at svimja í dag, uttan Malan Bærendsen sum tíverri hevur ein skaða at dragast við. Seinnapartin verður aftur svomið innleiðandi og finalur, og í morgin seinnapart er tað, við undantakið av 400 blandað, 200 frí og 100 blandað, so gott sum bara 50 metra finalur á skránni.
Bara Elspa svam skjótari enn 30.74, á Rhodos 🙂
http://www.svimjing.com/2009/02/13/blog/rokur/oyggjaleikakandidatar-2009
Hevur Rókur dåm kravtíðirnar 🙂
Tá ið talan er um donsk meistaraheiti, so eru kravtíðirnar (í øllum førum inntil víðari) altíð tær sum danir seta sjálvir, á sama hátt sum vit hava kravtíð til FM. Sí tí http://www.svoem.dk
Kravtíðir til DÅM
Gentur Dreingir
´95 ´96 ´97 ´98 & yng ´93 ´94 ´95 ´96 & yng
Bringa 100 1.26.09 1.27.99 1.32.99 1.43.09 1.16.89 1.18.99 1.22.49 1.29.49
Bringa 200 3.02.19 3.08.49 3.20.99 3.36.99 2.48.99 2.51.99 2.58.99 3.10.99
Firvald 100 1.17.49 1.18.99 1.28.99 1.40.99 1.06.89 1.09.99 1.13.49 1.19.99
Firvald 200 2.57.49 3.07.99 – – 2.35.09 2.46.49 – –
Frí 50 0.30.29 0.30.99 0.32.49 0.35.49 0.26.59 0.27.49 0.28.49 0.30.49
Frí 100 1.04.99 1.07.49 1.10.99 1.18.99 0.57.89 0.59.79 1.02.19 1.06.49
Frí 200 2.20.49 2.23.99 2.34.09 2.49.99 2.06.99 2.09.99 2.13.49 2.24.79
Frí 400 4.57.99 5.08.99 5.28.99 6.08.99 4.30.99 4.36.99 4.40.99 5.07.99
Frí 800 10.15.99 10.35.99 – – 9.22.99 9.38.99 – –
Rygg 100 1.15.09 1.17.99 1.22.99 1.31.99 1.08.89 1.09.99 1.12.69 1.17.49
Rygg 200 2.40.49 2.44.99 2.55.99 3.10.99 2.27.09 2.30.49 2.33.99 2.42.99
Blandað 100 – – 1.20.99 1.30.49 – – 1.12.99 1.17.99
Blandað 200 2.40.49 2.44.99 2.57.99 3.14.99 2.24.99 2.28.49 2.33.99 2.46.49
Blandað 400 5.41.99 6.00.99 – – 5.14.99 5.24.99 – –
Takk tit baðir:) So hava fleiri av okkara svimjarum í årg 96-97 klara ymiskar kravtíðir til dåm….. Tað vóru fleiri sum svomið seg til Dåm í gjár:)
Eg má viðganga at eg fylgdi ikki 100% við, seinnapartin í gjár. Ringt at konsentrera seg við ørmunum upp um høvd 🙂
Men tað skal so nokk koma við, í dag. Og skriva endiliga nøvn her, um tit vita hvørji tey eru. Fjølmiðlarnir lesa jú eisini hesar strofur 🙂
Eg má líka skoyta uppí, at Sufus B. úr Susvim, saman við Eyðbjørn J. Ernu Katrin O. og Oddný T. eisini kláraði kravtíð til talentlandsliðið.