Úrtslitalisti.

Eg sakni eitt yvirlit yvir úrtslit frá svimjikappingunum í Føroyum.

T.d. var ein svimjikapping í Gøtu í vikuskiftinum, men finst onki úrtslit frá kappingini á nakrari føroyskari heimasíðu.

Eg veit, at kannska serliga teir smáu svimjararnir eru ídnir eftir at finna egnar svimjitíðir, og at kunna samanbera við svimjitíðirnar hjá hinum svimjarunum.

Hetta er møguliga ein uppgáva hjá Svimjisambandinum.

2 thoughts on “Úrtslitalisti.”

  1. Eg fekk úrslitalistan á midnátt í gjárkvøldið, og tað er so stutta frágreiðingin til at her einki var í gjár ella fyrradagin.

  2. Tað sum eg hugsaði um við mínum innleggi var, at tað hevði verið gott um vit kundu havt úrtslitalistarnar á einum stað.

    T.d. undir heimasíðuni hja Svimjisambandinum, ella t.d. á hesari heimasíðuni.

    Annars takk fyri Rókur.

    Tað er eitt ótrúligt arbeiði sum tú leggur fyri dagin við hesi heimasíðu, og eru vit øll takksom fyri tað.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.