OL-gullvinnarin Mellouli hevði ov ringa øksl til at kunna svimja 1500 frí í kvøld; og tí gjørdist dysturin fyrst og fremst milum Pál Joensen úr Føroyum, Mads Glæsner úr Danmark og Robert Margalis úr USA. Margalis reyk skjótt afturum, og so fylgdust Pál og Glæsner, til Glæsner knappliga gjørdi eitt lop umleið 600 metrar inni í kappingini. Pál royndi at svara aftur, men valdi so allíkavæl at dragna, og tyktist so at endanum at ‘doyggja’. Flott norðurlendskt met til Glæsner, og enn ein biti tikin av føroyska metinum hjá Páli.
Úrslit frá kappingini:
- Mads Glæsner (DEN), 14:38.87
- Pál Joensen (FAR), 14:48.89
- Daniel Fogg (GBR), 15:13.70
- Robert Margalis (USA), 15:26.21
- Viktor Bromer (DEN), 15:31.18
- Jesper Svensson (SWE), 16:12.67
Splitt-tíðir o.t. kunnu síggjast í offisiella úrslitalistanum
Tað veit Kringvarpið at siga:
http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=63307
Eg veit ikki hvussu nógv skjótai hann kann svimja í 400m beint nú, men 2-3 sek. er ikki óhugsandi til EM.
Men 1500m var bara ótrúliga góður fyrstu 300m, Pál hevði frekvens 38 í mun til 42 í Kolding. Men tað føldist ov lætt og hann hugsaði at hann var noyddir til at pressa eitt sindur, og ja, alt alt ov skjótt. Men ok, okur vistu ikki hvat Mads fór at gera, og Mads sjálvur var sera bilsin av sínum egna formi. Okur høvdu vanta at Mads fór at svimja “lætt” upp til 1000m, og so vóna at hannkundi “útsprinta” Pál. Og tí valdi Pál at seta frekvensin upp, men uttan at fáa meira fer á 🙁 Teknikkurin fór í vaski.
Ein Svii kom til mín eftir 1500m og segði at teir frá universitetinum har høvdu analysera fyrstu 300m hjá Pál, og har var hann minst líka effektivur sum Prilikov.
14:15,00 um eitt ár 🙂
“Ein Svii kom til mín eftir 1500m og segði at teir frá universitetinum har høvdu analysera fyrstu 300m hjá Pál”
Ljóðar sum ‘my man’ 🙂