Sum tit kunnu síggja her á heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, so hava tey gjørt eitt ískoyti til sína reglugerð, sum nú loyvir føroyingum at luttaka á donskum meistarastevnum, og væl at merkja kunna vinna heiðursmerki og gerast danskir meistarar, uttan nakað tvæss um at missa rættin til vera føroyingur fyri tað. So nú kunnu vit fara niður at kappast móti dønum sum danir, og allíkavæl eisini kunna kappast í Føroyum sum føroyingar, um bara vit ikki sjálvi (tvs. SSF) spenna bein fyri tí.
Orðarætta ískoytið, stykki 5 í “Tillæg til SVØMs vedtægter”, sí svoem.dk:
§ 5.
Færøske og grønlandske medlemmer kan deltage i DIF’s Danmarks Mesterskaber og i Dansk Svømmeunions Mesterskaber, hvis disse er medlem af en forening under Dansk Svømmeunion.
Disse medlemmer kan noteres for danske rekorder.
Disse medlemmer kan, hvis de har bevaret deres medlemskab af en færøsk eller grønlandsk forening, deltage i disse forbunds nationale mesterskaber.
Disse medlemmers deltagelse i landskampe og internationale stævner følger af FINAs GR 2.5 og GR 2.6 (“sportsligt statsborgerskab”).
jú jú, nú okur á ein ella annan hát í mun til fólkatal, framleiða nógv størri og fleiri talentir enn teir sjálvir, so noyast teir at opna hurarnar fyri at fiska okkum innum 🙂
Av ungum fólki í “danskari” svimjing, so eru Pál & Elspa jú super svervekt.
Enn eitt tilboð til okkara ungdóm, og bert ein idiot hevði takka nei til hetta.
Eg skilji væl danir, hesin møguleikin skal jú “dyrkes” og okur kunnu so nýta hann, uttan at taka av, og flyta heilt. Tað er ein win win støða hjá okkum.
Hatta har “sportsligt statsborgerskab” ljóðar nærmast sum eitt smutt-hol sum danir hava funnið, og sum vit tí kanska kunnu brúka til alt møguligt. Eg hugsi sjálvsagt um OL 🙂
Reglugerðin um “sportsligt statsborgerskab” er grundarlagið undir limaskapinum hjá SSF í FINA og LEN, og er frá 1980, tá ið allýsingin “sportscountry” bleiv viðtikið av IOC og seinni av altjóða sersambondunum. Henda regla hevur bara ávirkan á hvørjari tjóð tú umboðar altjóða. Hvør luttekur á teimum nationalu meistaraskapinum avgerð hvør tjóð sær. Sí til dømis USA har amerikanska meistarakappingin er opin fyri øll.
Persónliga haldi eg at tað mest áhugverda brotið er hetta:
“Disse medlemmer kan, hvis de har bevaret deres medlemskab af en færøsk eller grønlandsk forening, deltage i disse forbunds nationale mesterskaber.”
Sjálvandi kann danska svimjisambandið ikki avgera um ein svimjara kann luttaka í FM, so hetta skal nokk skiljast sum ein roynd at greiða frá. at donsk feløg ikki kunnu seta seg ímóti at svimjari úr Føroyum kann vinna bæði DM og FM.
Ja, eg væntaði egentliga ikki at vit sluppu at kappast sum danir á OL (uttan at missa rættin til at kappast sum føroyingar á øðrum altjóða stevnum), tí tað hava tey vist nokk kanna fyri ikki so langari tíð síðani. Men tað hevði nú verið skeg.
Og jú, tað er ymiskt sum eyguni síggja. Havi hug at halda at føroyingar kunnu koma til at (mis)tulka hatta brotið netupp sum at “jú jú, eg havi loyvi at luttaka á føroyskum meistarastevnum, tí tað stendur í donsku reglunum”. Vit mugu sjálvsagt hava okkara egnu, greiðu ásetingar.
REGLUGERÐ FYRI FØROYA-MEISTARAKAPPING
Grein 3.
Luttakararnir
Luttakari til FM
a) skal vera limir í svimjifelag innan SSF.
b) kann bert umboða eitt felag.
sí http://www.ssf.fo/index.php?pageid=5&parent=3&la=fo
Eg veit tó ikki um hatta er nóg greitt. Tað er sum um at har er nokk so nógv undirforstaðið… at tað onkunsvegna eru avmarkingar aðrastaðni fyri hvørji sum kunnu vera limir í einum “svimjifelag innan SSF”. Og “eitt felag”, er tað “eitt felag innan SSF”, ella ‘eitt svimjifelag yvirhøvur’, ella eitt ‘felag yvirhøvur’?
(ha ha, hatta seinasta er grovt, tað veit eg væl… “noy, tú kanst ikki luttaka á FM í svimjing, tí tú ert limur í B68”)
Í ljósinum av tí tú skrivar her, so síggi eg nú knappliga, at eg í yvirskriftini netupp pástandi hetta. At “danskar reglur geva nú møguleika fyri at tú kanst kappast á donskum meistarastevnum uttan at missa rættin til FM”
Orsaka orsaka… eg meini egentliga tað øvuta. At man kann vera føroyingur og luttaka á føroysku meistarastevnuni, uttan at missa rættin til at luttaka sum dani á donsku meistarastevnuni.
Hvør sum kann luttaka á føroysku meistarastevnuni, er upp til okkum føroyingar, og í øllum førum ikki upp til danir.
So leingi tú sjálvir veit hvat tú roynir at siga, so gongur nok. Okur mugu so bara bíða til (sum nú) tú kemur við einari nærri og nágreiniligari frágreiðing… hahaha.
Nei tvætl, tað ber til at hugsa seg fram til tað “rætta” :o)
Út við “Føroyingar kunnu nú luttaka á DM uttan at missa rættin til FM”
Inn við “Føroyingar kunnu nú luttaka á FM uttan at missa rættin til DM”
So koksast onkur maskina úti í heimi, tí at upprunaliga leinkið til tíðindini ikki longur riggar. Men tað má eg bara liva við 🙂
Kunnu lesast her á fina.org
Har stendur altso heilt greitt um “sport nationality”, at um man er bæði føroyingur og dani, so skal man velja at vera annaðhvørt føroyingur ella dani á FINA meistarastevnum. Og at man ikki bara kann skifta frá stevnu til stevnu, men má bíða í 12 mánaðir frá tí at man hevur skift, til man kann luttaka á FINA meistarastevnu fyri nýggja landið.
Er tað bare eg sum haldi, at vit hava havt hetta prátið einaferð fyrr!?
tað er bara tú 😉
Jú, okur vóru inni á næstan akkurát tí sama. Einasti munur er at danir nú hava sett orð á “trupuleikan” við einum ískoyti til teirra reglur.
So tú droymir ikki hehe.
Eg eri bara heilt ófatiliga gloymskur. Havi meira ella minni skrivað sama tekst fyri 6 mánaðum síðani
http://www.svimjing.com/2008/03/29/story/pal-joensen-svimur-1500-fri-a-dhm-i-morgun#comment-873
Haldi eg fara at endurgeva ein svimjivenjara í sunnaru helvt:
hehe
Um tú fer longri aftur so er ein heitur tráður har “Sport Nationality” verður umrøddur. Kanska var tað ein tráður, ið tú slettaði?
Hann er so í øllum førum væl og virðiliga slettaður í mínum minni 🙂
(havi roynt at skimmað ígjøgnum viðmerkingar sum eru tiknar aftur, men fann einki annað enn ræðuleikar. pleaase bið meg ikki leita meira í hasum ð:-S)