Birita 32.11 í 50 rygg

Á evsta degi av gamla bólkabýtinum, og í minst møguligu, lógligu kapping, gjørdi rituvíksgentan Birita Debes tað sum vit í FLOT høvdu droymt um longu væl áðrenn FM. Nevniliga at svimja 50 rygg undir 32.89, sum var føroyska bólkametið hjá Elspu Mørkøre í bólki 3, sett fyri Skeggjar á føroysku unglingameistarastevnuni í 2004. Ein grein sum av øllum má metast millum sterkastu kort hjá Elspu, og tískil nakað sum Birita kann vera veruliga stolt av.

DSC_0029

Birita svam á metstevnuni í Havn, ið varð so skallut sum man yvirhøvur kann fyristilla sær. Éin riðil í éini kapping, við tveimum svimjarum úr hvør sínum felag. Birita Debes úr Rituvík, og Katarina S. Lamhauge úr Havn. Hartil tey fólkini sum nú einaferð krevjast um kantin, til at tíðin kann verða góðkend. Ikki serliga stórslignar umstøður, men nóg gott til at Birita kundi seta metið.

Birita betraði sína egnu bestu tíð við umleið einum sekundi, og um metið við nærum 8 tíggjundapørtum. Rúni sigur at tað sá út sum um tað nærum var for lætt hjá henni; at hon væl kundi hava svomið skjótari, um hon varð veruliga pressað. So inhabilur sum tit øll vita at eg eri, so haldi eg tó so at vit trygt kunnu siga, at ein nýggj stjørna er tendrað á tí himmalhválvi, sum er føroysk svimjing 🙂

Úrslitalistin sæst her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.