Tey hava nú eina góða løtu umrøtt elituvenjingina í Føroyum, og her serstakliga úrslitið hjá Páli Joensen í Beograd. Og tað er sanniliga positivir tónar úr øllum herðashornum, frá at tey mest neiligu tosa um at styrkja ítróttin sum heild, til at tey mest positivu vilja geva elitu-íðkarum starvsløn. Lurtið á netvarpinum hjá Løgtinginum.
Her verður tosað nógv um at geva einstaklingum løn, men eg sakni prát um sjálvar umstøðurnar. Tí vit mugu væl fyrst og fremst hava hyljarnar, um nakar svimjari skal koma burturúr 🙂
He he, síggi at Petur Heðin talar at hesum á http://www.fsvim.com:
Her fer Rókur púra skeivur. Hevur FS ikki fingið 3 meistaraheitir úr einum 16 m hylji ? og eru ikki fleiri góð úrslit komin her úr Fuglafirði ? nei eg spyrji bara harra Rókur í Jákupsstovu, tað er ikki bara umstøðurnar sum gera munin. Viljin skal koma frá sjálvum svimjaranum. Og tað er ikki nógv annað sum skal til.
Jú jú, men tað var í kapping við okkum sum eisini svimja í 12,5 og 16 metrar hyljum 😉
(nei tvætl, eg saknaði bara at tey – løgtingsfólkini – eisini tosaðu um hyljar og aðrar viðkomandi umstøður, umframt starvsløn)
Talan er um eitt eldri uppskot hjá Fólkaflokkinum um at geva ítrottin 1.2 mio kr, men uppskotið varð felt nakrar ferðir. Nú skjóta Annfinn Kallsberg og Co upp at geva eina eykajáttan uppá 500.000 kr til ÍSF og 100.000 kr til Hugasamband Føroya.
Sum tað verður sagt í uppskotinum (pdf):
“Vit eru komin langt í fótbóltinum, men vit hava kanska betri møguleikar innan einstaklingaítrótt og lið. Tað er sjón fyri søgn, nú vit hava fingið ein trífaldan evropameistara.”
Hatta skilji eg ikki:
“…men vit hava kanska betri møguleikar innan einstaklingaítrótt og lið“