Nú er bara Pál eftir

Hini trý hava svomið hampa tíðir í morgun, uttan tó at seta føroysk met ella líknandi. Shaila svam 2:13.97 í 200 frí, Mona 2:09.88, og Kári hevur svomið 2:07.84 í 200 rygg. Eftir er bara 4 x 100 blandað hjá monnum (har eingin føroyingur er við), og so teir innleiðandi 1500 frí, har vit vóna at Pál fer undir fimtan. Fylgið við ‘live’ á omegatiming.com, har tey beint nú eru farin í gongd við fyrsta riðil (Pál er í næsta).

2 thoughts on “Nú er bara Pál eftir”

  1. Pál á geil 3. Hann hevur Sprenger har hjá sær til at draga.

    27.75
    57.45 (Pál skal helst allatíð liggja undir 30, 60, 1:30, 2:00, …)
    1:27.19
    1:57.38 (Sprenger 1:54.57)
    2:27.39
    2:57.54 (Sprenger 2:53.20)
    Herman á geil 2 er eisini væl við, 2:57.90
    3:27.56 (enn væl undir 15)
    3:57.84
    4:28.12
    4:58.87 (puha, nú nærkast)
    5:29.42
    5:59.96
    6:30.75 (ok, skeivu megin nú)
    7:01.37 (pace fellur ógvusliga)
    7:32.22
    8:02.99
    8:34.03 (ok, undir 15 verður tað nokk ikki)
    9:04.63
    9:35.44
    10:06.53 (spurningurin er um hann nær metið heldur)
    10:37.29
    11:08.30
    11:39.13 (nú er lítið út at geva)
    12:10.23 (Herman 12:10.81)
    12:41.22
    13:12.14 (Herman 13:12.66, Sprenger 12:53.45)
    13:42.69
    14:13.62
    14:44.05
    15:12.88 (Sprenger 14:56.97, Herman 15:13.38)

    Einki føroyskt met. Sprenger var opinbart ov skjótur, og Herman ov seinur. Tvs. í fyrstuni virkaði tað sum um Sprenger ætlaði sær at svimja nógv skjótari enn 15 minuttir, men hann endaði faktiskt við eini tíð sum lá tætt uppá tíðina sum Pál ætlaði sær. Kanska hann sprongdi Pál hasar fyrstu 400 metrarnar.

  2. Eg yvirsá fullkomiliga okkara vin Escobar úr Meksiko, sum Pál dystaðist hart við í 400 frí, og sum svam á geil 1 í hesum 1500 riðlinum har Pál eisini svam. Hann kláraði at kroysta seg undir 15 minuttir, og er tí óivað ógvuliga glaður. Hevði tilmeldingartíð 15:24.07.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.