6 heimsmet afturat í Manchester

Eg listi tey bara skjótt upp her, tí hetta verður eitt sindur troyttandi í longdini. Øll metini eru sjálvsagt á stuttbana:

Eysturríkski Markus Rogan hevur betrað um heimsmetið í 200 rygg frá teimum 1:49.05 hjá Ryan Lochte til 1:47.84. Kroatiska Sanja Jovanovic betraði sítt heimsmet í 50 rygg 26.50 til 26.37. Amerikanski Ryan Lochte betraði sítt 100 blandað heimsmet frá teimum 51.25 í gjár til 51.15. Avstralska Felicity Galvez svam 55.89 í 100 firvald, har heimsmetið hjá Libby Lenton var 55.95. Hálendska Marleen Veldhuis betraði um sítt egna heimsmet í 50 frí frá 23.58 til 23.25, og mennirnir úr Russlandi settu nýtt heimseti í 4×100 blandað við tíðini 3:24.29, har USA fyrr átti heimsmetið á 3:24.38.

Samlaða talið á heimsmetum var altso tilsamans 18 á heimsmeistarastevnuni í Manchester, um eg havi talt rætt. 2 vórðu sett í somu grein (100 blandað), men hini eru so í somu ymiskum greinum.

Les meira á SwimInfo:

  • 200 rygg menn: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17843.asp
  • 50 rygg kvinnur: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17841.asp
  • 100 blandað menn: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17845.asp
  • 100 firvald kvinnur: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17846.asp
  • 50 frí kvinnur: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17848.asp
  • 4×100 blandað menn: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17852.asp

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.