So byrjar HM

Tað er nú um ein tíma ella so, at tey byrja at svimja innleiðandi riðlar í Manchester. Í morgun eru tað Kári og Pál sum skulu svimja ávikavist 100 rygg og 200 frí fyri Føroyar. Eurosport sendir ‘Live’ frá bæði innleiðandi nú og frá finalunum í kvøld kl 19. Sí skránna hjá Reidari á susvim.com.

FAR4

Photo © Bjarnason 2008

4 thoughts on “So byrjar HM”

  1. Eg fái ikki sæð tað sjálvur vegna telduskeið (Navision á SQL, jubiii) og at eg havi verið ov sløvur at skaffa mær televarp-hald. So vinarliga, um onkur eigur samband og upptakara… hugsa um okkum onnur eisini 🙂

  2. Nú verður spennandi, um 200 m. hjá Kári fer at síggjast í forbetringini av 100 metrinum… 2.03 skuldi ikki verið ómøguligt, nú MAÐURIN júst er blivin 18 ár;) Kári toppar vælsaktans ikki til hesa kappingina, EJM verður jú seinni í summar.

Leave a Reply to SPEEDOCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.