Innbjóðing til Susvim stevnu

Sum tit eisini kunnu lesa her á susvim.com, so bjóðar Suðuroyar Svimjifelag til stevnu nú vist nokk komandi vikuskifti. Kappingin er serliga ætlað teimum sum hava møguleika at klára kravtíð til HM í Manchester og FM. Lesið annars her niðanfyri.

SuSvim
Met, Kravtíð & Nála kapping.

Kappingin er opin (eingir bólkar) og primért ætla teimun, sum hava vónir um at klára kravtíð til komandi HM í Manchester. Men nú FM krevur bronsunál í øllum kappingum, so er kappingin væl egna til tað endamál. Um onkur hevur eitt bólkamet, ella føroyskt met í tonkunum, ja so er upplagt at testa formin her og nú.

Eg vil heita á fólk um at nýta tilmeldingartíðir (eingin tíð, eingin kapping) Og einans realistiskar tíðir takk J

Nakrar kappingar eru við vilja valdar frá, og tað er fyri at spara tíð. Sprintkapping er jú í Klaksvík. Um okkurt serligt ynski er, so sig frá, og okur kunnu kanska fáa kappingina inn í skránna.

Fríggjakvøld kl.21:40 (Upphiting kl.20:40)

1. 50m Bringa kvinnur
2. 50m Frí menn
3. 800m Frí kvinnur (bert ein riðil)
4. 800m Frí menn (bert ein riðil)

Leygardagur kl.15:00 (Upphiting kl.13:30)

5. 200m Rygg kvinnur
6. 200m Rygg menn
7. 100m Frí kvinnur
8. 100m Frí menn
9. 200m Bringa kvinnur
10. 200m Bringa menn
11. 200m Frí kvinnur
12. 400m Frí menn
13. 4x50m Frí kvinnur
14. 4x50m Frí menn

Sunnudagur kl.14:00 (Upphiting kl.12:30)

15. 100m Bringa kvinnur
16. 200m Frí menn
17. 50m Frí kvinnur
18. 50m Bringa menn
19. 400m Frí kvinnur
20. 100m Bringa menn
21. 4x100m Frí kvinnur
22. 4x100m Frí Menn

Tilmeldings fíla verður útsend í morgin, tilmeldingar skullu vera inni friggjadagin kl. 12

Vh SuSvim Reidar

6 thoughts on “Innbjóðing til Susvim stevnu”

  1. hehe, ja tað gekk ikki seinast 🙂
    Men ætlar hann so at svimja 200m bringu aftur hesuferð ?
    Annars hevur SVF boða frá at teir senda fólk til kappingina 🙂

    Er tað flott ella er tað flott?

    1. Er tað flott ella er tað flott?

      Eg krossi fingrar fyri at tað er ein ávísur yndlingsreportari hjá harra Bjarnasyni 😉

      1. Eg og harra Mikkelsen hava slætta sjógvin. Hann hevur sum tú longu hevur peika á fleiri ferðir, gjørt nógv buturúr svimjing í seinastuni, og havt fleiri góð innlegg um okkum og serliga Pál 😉

        Og tað at Kaj Joensen ringir og sigir at teir ætla at koma til kappingina, boðar frá at SVF heldur á fram at vísa svimjingini áhuga. Hattin av fyri teimun. Tað er jú bert á tann hátt at teir gerast betri, og harvið gera okkum betri 🙂

    1. Ja, tú hevur møguleikan, men kanska ein “didda” kemur undir 2:40 fyrst. Tær svimja jú fyrst 😉

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.