Innbjóðing til HS stevnu 1. mars 2008

Havnar Svimjifelag bjóðar nú til svimjistevnu 1. mars í høllini í Gundadali, fyri bólkar 1 og 2. Viðfest niðanfyri er innbjóðing og kappingarfíla, og gev gætur at innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 28. februar kl 20.00.

6 thoughts on “Innbjóðing til HS stevnu 1. mars 2008”

  1. Hvat í allari víðu verð er meiningin hjá HS við hesum ?
    Hví skal bólkur 1 svimja fyri seg fyrrapart, og so bólkur 2 seinnapart ?
    Høllin í Gundadali er tann størsta í landinum, og tá ið bólkur 1 & 2 kunnu svimja saman í Vági, hví kunnu tey so ikki í Havn ?
    Er nøkur logisk forkláring uppá hetta? Neyvan!
    Eitt er sikkurt, støði á kappingini kemur at líða undir tankaloysinum frá HS. Var eingin úr Havn í Klaksvík í vikuskiftinum? Tað ber til at verða góður við okkara smáðu, tað ber til at vísa svimjingini tað respekt hon hevur krav uppá. Tað ber til uttan at brúka nógva tíð og orku uppá fyrireikingina at lata bólkarnar svimja saman so at tey smáðu fáa bara eina lítla pausu ímillum hvørja kapping.
    Hvar í hundan kemur hetta “hugskoti” frá at skilja tey sundur og hervið pína td. bólk 1 í 25m hyli við 2-3min pausu ímillum hvørja kapping hjá tí einstaka tá ið nú pláss er fyri øllum svimjarum í Føroyum í somu høll? Neyvan frá einum sum hevur hugsa seg væl um. Ella liggur nøkur meining aftanfyri sum eg beint her og nú ikki dugi at síggja sum ein fyrimun fyri tey sum tað heila snýr seg um, nevnliga Bólk 1 & 2 ?

  2. Eg skilji væl hvat tú meinar við, Jón; men vit plaga jú at hava stevnurnar uppá handan mátan, tá ið talan er um yngstu bólkarnar. Til dømis á FLOT stevnuni herfyri.

    Orsøkin er vælsagtans at man harvið minkar um samlaðu tíðina sum børnini skulu vera á stevnu. Ørminnist at tað upprunaliga var fyri at umganga at bólkur 1 skuldi yvirnátta á staðnum (altso um man blandaði bólkarnar samstundis sum stevnan gekk yvir fleiri dagar).

    Men ja, tað er ikki serliga heppið, um tað verður ov stutt millum kappingar. Og fyri tykkum í Suðuroy hevur tað sikkurt (tíverri) verið floytandi líka mikið, við tað at tit allíkavæl ikki sleppa avstað.

    1. Eg fekk at vita fyri stuttari tíð síðan, at orsøkin var einkul, soleiðis plaga vit at gera…? Halló!!!
      Hava tey av somu meining gloymt at siga tað við eitt nú Elspu og Pál at tað ikki er vanligt í Føroyum at svimja skjótari enn vit plaga?
      Onkur meinar at Flot stevnan riggar betur á hendan hátt, vegna plásstrot, og tað skilji eg væl, MEN høllin í Havn er altso stór nok til eitt NJM, so man ikki føroyskur bólkir 1 & 2 rúmast inni har øll í senn?
      Kappingin tekur 3½-4 tímar út í eitt um øll svimja í senn, og tá gongur ikki við rúkandi ferð. So Rókur, ikki er neyðugt at minka um samlaðu tíðina. Tú var í Klaksvík, tað gekk fínt, hóðast tey øll vóru sera troytt, so gekk fínt. Men um tey skulu ígjøgnum sama program sum í Klaksvík við hálvari pausu ímillum hvørja kapping, hvat er so vunni? 1 tími minni til okkurt foreldur kanska, og er tað ein brúkbar umbering fyri at spolera eina heila kapping? I think not!
      Eingin norðanfjørs noyðist at yvirnátta nú kappingin bert tekur3½-4 tímar, so hvat er trupuleikin við at gera tað meira fair & humant fyri tey sum veruliga hava brúk fyri tí?

      HS, det er en ommer!

  3. Nú var eg ikki til kapping í Havn. Men vita tykur annars nakað at siga um kappingina ? Hví var avgjørt at bólkur 1 skuldi svimja um morgunin ? Susvim noyddist norður fríggjadag við b´1. Eingin trupuleiki sum eg dugi at fáa eyga á, hevði gjørt at øll kappingin ikki var leygardag tá ið okur vóru komin norður við b´2.

    Eg giti at okur brúka meira pening uppá yvirnátting (kappingar sum heild) enn øll hini feløgini til saman. So ikki dugi eg at skilja hví HS ikki vildi broyta uppá kappingina.

    Hava tykur nøkur úrslit ?

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.