Fyribils startlistin til EM 2007 klárur

SwimNet vísir á fyribils startlistan í tíðindum her. Pál er nr 43 í 200 frí, nr 26 í 400 frí og nr 12 í 1500 frí – OG FREMSTI JUNIORUR !!. Viðvíkjandi superstjørnur er tað mest áhugaverda fyri okkum norðurlendingar nokk, at Stefan Nystrand svimur bæði 50 og 100 frí.


Her eru tilmeldingarnar hjá føroyingum:

  • 50 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard nr 43 (24.74)
  • 100 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard nr 53 (54.12)
  • 200 frí menn: Pál Joensen nr 43 (1:51.92)
  • 400 frí menn: Pál Joensen nr 26 (3:54.64)
  • 1500 frí menn: Pál Joensen nr 12 (15:24.50)
  • 50 rygg menn: Kári á Høvdanum nr 31 (26.95)
  • 100 rygg menn: Kári á Høvdanum nr 31 (57.76)
  • 200 rygg menn: Kári á Høvdanum nr 29 (2:06.44)
  • 50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 49 (27.66)
  • 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 53 (1:01.18)
  • 400 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 32 (4:35.68)
  • 800 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 21 (eingin tilm.tíð)
  • 50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 36 (30.13)

Sambært susvim so verður tað Kristian Martin Joensen sum verður venjari á túrinum, og Maud Poulsen ferðaleiðari. Tey fara úr Føroyum 10. desember, gista eina nátt í Keypmannahavn, og koma so til Debrecen Ungarn 11. desember. Kappast verður 13. til 16. desember, og tey koma so eftir ætlan heim aftur 17. desember.

5 thoughts on “Fyribils startlistin til EM 2007 klárur”

  1. Mona man hava svomið 800 frí onkuntíð áður í ár.

    Men ok, hinvegin hevur Massimiliano Rosolino heldur onga tíð í 1500 frí.

  2. Er seedaður sum triðbesti juniorur í 50 rygg, og fjórðbesti í 100 og 200. Nú er eingin junior-kapping á hesi stevnu, men vit hava væl loyva at gleðast allíkavæl 🙂

  3. Tey sum síggja Eurosport, kunnu síggja innleiðandi og finalur frá EM.

    Hósdag byrjar Eurosport at vísa frá EM kl.08:00 um morgunin.

  4. Burdi verið ólógligt at havt svimjikappingar mitt í arbeiðsvikuni.

    Men um onkur tekur uppá so sig mær endiliga frá 🙂

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.