Amerikanska svimjistjørnan Michael Phelps datt herfyri só óheppið, tá ið hann skuldi stíga út úr einum bili, at hann fekk eitt lítið brot á handliðin. Men venjarin Bob Bowman sigur at skaðin er so mikið lítil , at hann ongan týdning fær fyri fyrireikingarnar fram til OL í Beijing. Fyri sikkurheits skyld hava tey tó opererað hann eitt sindur til at styrkja um beinið (?). Lesið her á SwimInfo.