Startlistarnir til DMK eisini klárir

DanmarksMesterskaberne på Kortbane eru í Greve umleið samstundis sum Køge Open er í Køge og Herfølge, og har luttaka sum kunnugt eisini føroyingar. Serliga Pál Joensen liggur væl fyri hjá SuSwim, meðan Elspa Mørkøre ger seg galdandi fyri WestSwim.

Pál liggur til eitt triðjapláss í 800 frí og eitt annaðpláss í 1500 frí. Um vit hyggja at Elspu sum luttekur fyri danska svimjifelagið WestSwim, so hevur hon triðbestu tíð í 200 rygg og 200 frí, fjórbestu tíð í 50 rygg, og annars rættiliga nógvar plaseringar í topp 10. Hinir føroyingarnir eiga eisini rættiliga nógvar flottar plaseringar í hesi rættiliga nógv harðari kappingini enn Køge Open, um enn tey ikki liggja til eitt finalupláss.

Sí startlistarnar til kappingar 1-24 og 25-46, og annars síðuna hjá danska svimjisambandinum viðvíkjandi DMK, umframt heimasíðuna hjá stevnufyriskiparunum GTI.

Danska meistarakapping er frá 25. til 28. oktober og Køge Open frá 26. til 28. oktober, so har verður nokk veldugt lív av føroyingum runt Køge Bugt í næstu viku.


View Larger Map

2 thoughts on “Startlistarnir til DMK eisini klárir”

  1. Til DKM í Greve er kappingin fyri Junior og fyri Senior. Fyri SuSvim er bert Shaila millum Garðarnar senior svimjari. Fyri kvinnur eru juniorar árg. 91 og yngru, og hjá monnum er tað árg 89 og yngru.

    Tað merkir at í eitt nú 200m frí hjá kvinnum og hjá monnum, er skótasti juniorur í danska kongaríkinum beint nú ein føroyingur. Elspa Mørkøre og Pál Joensen. Tey liggja væl fyri í øðrum kappingum eisini. So DKM verður sera spennandi sæð við føroyskum eygum.

    Hinir svimjararnir úr SuSvim liggja væl fyri í kappingini, og ikki er ógjørligt at koma í onkra finalu hjá teimun.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.