Startlistarnir til Køge Open klárir

Nú er bara 1½ vika til einir 120 føroyingar fara niður á stóra svimjistevnu í Køge og Herfølge, og startlistanir liggja tí klárir her á heimasíðuni hjá Køge Svømmeklub. Serliga Kári á Høvdanum liggur væl fyri til at taka heiðursmerki í hylinum í Køge, meðan Reka-genturnar gera seg galdandi í hylinum í Herfølge.

Fyri at taka Køge fyrst:

Kári á Høvdanum hevur klárt bestu tíð í 400 frí, 200 rygg, 100 rygg, 50 rygg og 200 firvald í sínum bólki. Kristian Olsen er somuleiðis klárt á odda í 100 frí, og liggur so nr 2 í 50 frí við Paula Mohr sum nr trý. Poula Mohr hevur fimtbestu tíð í 100 blandað, og Kristian Olsen somuleiðis fimtbestu tíð í sínum bólki, Pauli Mohr fjórbestu tíð í 50 firvald, Karina Petersen triðbestu tíð í 50 og 100 bringu, og sættbestu tíð í 100 rygg. Og Kári á Høvdanum hevur fimtbestu tíð í 200 frí.

Sí annars startlistan fyri kappingar í Køge Svømmehal.

Í Herfølge svimja teir yngstu bólkarnir. Har hevur Turið S. Christiansen fjórbestu tíð í 50 firvald, Óluva Jacobsen fimtbestu tíð í somu grein, Jonna Thomsen sjeyndbestu tíð, og Jóhanna Egholm áttandabestu tíð (allar úr Reka :-). Birita M. Petersen hevur triðbestu tíð í 50 bringu, Turið aftur fjórbestu her, Jonna Thomsen bestu tíð í 100 rygg, Turið S. Christiansen triðbestu í 200 bringu og fjórbestu í 100 frí. Óluva Jacobsen hevur næstbestu tíð í 200 firvald, Jóhanna Egholm fjórbestu tíð í 50 rygg og Turið sættbestu eisini í 50 rygg. Heðin L. Olsen hevur fimtbestu tíð í 50 rygg, Turið S. Christiansen fjórbestu í 50 frí, Jonna Thomsen næstbestu í 100 firvald og Óluva Jacobsen fjórbestu, Turið S. Christiansen fjórbestu í 200 blandað, Cecilia Eysturdal næstbestu í 100 bringu og Turið S. Christiansen her sættbestu. Umframt at ein rúgva liggur beint uttan tey plássini sum eg havi reksað upp her.

startlistan fyri kappingar í Herfølge Svømmehal. Gev forrestin gætur at ‘árgang 2’ svimjarar svimja í Køge fríggjadag og Herfølge leygardag.

Alt í alt sær tað út til at vit fáa nakrar sera spennandi dagar í Danmark, við nógvum møguleikum fyri føroyskum heiðursmerkjum. Ferðaliðið fer niður mikumorgun og kemur aftur mánakvøldið, og vit á svimjing.com eru sjálvandi við 🙂

(nei tvætl, eg fari niður fyri FLOT, men skal royna at blogga heim í tann mun sum eg havi tíð og atgongd til internet)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.