Sviar duga eisini

Stefan Nystrand (25 ár) og Therese Alshammar (30 ár) hava í dag hvør í sínum lagi sett næstbestu tíð í heiminum nakrantíð; Nystrand í 100 frí við tíðini 47.91, og Alshammar í 50 frí við tíðini 24.23 (báðar tíðir í 50 metra hyli). Bæði venja tey til dagliga í SK Neptun í Stockholm, og rættiliga áhugavert so eru bæði kend fyri at venja rættiliga lítið til dagliga.

Nystrand nevnir í tíðindunum her um sína venjing, at hann venur umleið 3000 metrar í hvørjari venjing, ongantíð meira enn 20 km um vikuna, umframt at venja tvær ferðir um vikuna á landi, eina ferð við medisinbólti og eina ferð vekttrening við fokus á at gerast sterkur uttan at gerast stórur. Hann venur bara lætt ella max í hylinum, og altso ongantíð við ferðum í millum lætt ella max.

Alshammar nevnir ikki nakað um sína venjing í tíðindunum her á SwimNews, annað enn at hon (sum Nystrand) hevur betrað um sín teknikk, og tí svimur við færri tøkum enn nakrantíð fyrr. Men tað er alment kent at hon í øllum førum í Hamburg sjáldan vandi meira enn 2000 metrar í hvørjari venjing, og tí óivað illa kann lokkast at venja nógv meira í Stockholm, um Nystrand ikki svimur meira enn 3000 metrar har.

Lesið upprunatíðindini her og her á SwimNews.

4 thoughts on “Sviar duga eisini”

  1. Stefan Nystrand nevnir eisini um sína venjing, at hann (nú) er ógvuliga seriøsur í venjing, og hvat kost og svøvn viðvíkur:

    “I started to have a better diet and [have been] sleeping more. I was pretty lazy with sleep and missed a lot of sessions. I was working at 25 per cent. But now [more recently] I got better and better. I have not missed one single exercise [practice] in the past two years.”

    Hetta kann eg sum venjari bara skriva undir uppá, eftir at hava roynt hesa ‘minimums-skipan’ í nøkur ár. Um tú venur so mikið lítið, so mást tú taka tað sindri tú venur (og lívið rundanum) ógvuliga seriøst, tí tað rættast jú ikki longur bara upp av ‘metrunum’. Tú kanst ikki bara eta sum tú vilt, tí tað verður jú ikki longur brent av í nógvu venjingini. Og tú kanst heldur ikki bara tvassa metrarnar burtur í hylinum, við tað at tú longu ert á markinum fyri hvussu lítla venjing man kann blíva góður við.

  2. Nógvir svimjarir í toppinum av heimselituni venja á nærum sama hátt. Nøkur av teimun omanfyri nevndu hava havt sama venjara og tí er tað kanska ikki so løgi. Men nakað sum Rókur og Stefan Nystrand ikki nevna, er at hesi venja hart við síðuna av svimjingini. Gary Hall sum telist ímillum teir “dovnastu”. venur hart 6 ferðir um vikuna, 45min hvørja ferð við pulsi frá 150 og heilt upp til 200. Halló tað er jú næstan tað sama sum Grant Hacket. Hann (Gary) gerð tað bara ikki í vatninum. Mark Foster, Therese Alshammar, Roland Schoeman & Ryk Neethling venja øll somul aeroba venjing fyri at halda formin við líka so at kroppurin skjótari hvílir ímillum vatnvenjingarnar har teknikkur og sprintur eru á skránni. Nakað sum sprintarnir bara ikki hava hug til at tosa um. Men hóðast Hall og Foster næstan hava pensionera seg sjálvar, so venja teir enn, og svimja ótrúliga skjótt. Vónandi eru teir við til komandi OL.

    Dara Torres liggur á FINA alltime-rankings sum nr.7 í heiminum í 50m frí og sum nr.8 í 100m frí á langbana. Dara er 40 ár, hevur eitt barn og svimur skjótari enn nakrantí fyrr. Sjálv sigur hon at hon venur fornuftigari nú enn fyrr, kroppurin er sterkari og so er rutina ikki til at taka feil av. Hon venur sum Gary Hall, teknik, sprint og so aerob kondi á landi. Styrki og strekk er sera umráðandi fyri Torres. Nakað sum Stefan Nystrand, so ansar Torres nógv eftir ikki at gerast ov stór, og her verður hugsa um musklar.

    Sum tykur síggja á myndini, so er Torres nú ikki heilt lítil 🙂 Og sama kan sigast um Stefan Nystrand, hann er nú eitt sindur størri en tann vanligi føroyski svimjarin. Tað vita okur sum hava heilsa uppá mannin. Torres sigur at hon er sterkari nú enn áðrenn hon føddi sítt barn, (90Kg í bonkpress) men musklarnir eru ikki líka stórir, hon hevur bert vant fornuftigari og strekt NÓGV meira út <– HALLO les :-). So til allar føroyskar “sprintara wanna be´s” er at siga, at tykur ikki kunnu vanta at venja minni enn tey bestu og so vanta at gerast betur enn tykur fyrr vóru. Hartil kemur so eisini tað fysiologiska grundarlagi sum SKAL vera til staðar fyri yvirhøvir at hava nakrar vónir um at gerast ein super sprintari. Men tað kann Rókur kanska skriva okkurt um?  🙂 Tí har liggur ábyrgdin hjá venjarinum. Skal tú venja ein svimjara skeivt ?

    Kristian Olsen Fø met í 200m frí um eitt ár ?  🙂 Er tað provokation, fantasi ella ber tað til ?

    1. Sum eisini viðgekk á Swim Clinic á sinni, at hann helt seg til umleið 2000 metrar í hvørjari venjing (mest firvald), tí hann simpult hen var troyttur av at svimja. Kompenseraði tí við styrkivenjing og diæt. Og viðmerkti at hann hevði svomið sínar metrar – ‘big ladder’ og alt – fyrr í lívinum (hann er árgang 1974, hetta var fyri nøkrum fáum árum síðani, at vit hoyrdu hann í Lyngby).

      Tað tykist sum um at hetta við lítlari venjing mest hóskar til ‘veteranar’, tvs. svimjarar sum eru farnir væl um tey 20. So nei, tað er nokk ikki so at ein og hvør kann halda seg til 2-3000 metrar og gerast heimsmeistari (tað riggaði í øllum førum ikki hjá mær… heldur ikki sjálvt um eg fyrst byrjaði tá ið eg var veteranur 🙂

      Viðvíkjandi mínari venjing á Toftum, so lat tað verða sagt at hon fyrst og fremst hevur verið stýrd av umstøðunum. Vit høvdu (og hava) 5 ferðir 2 tímar svimjihallartíð um vikuna, íroknað umklæðing, og flest øll langt at fara til og frá høllina (kappsvimjarar á Toftum eru faktiskt flest allir úr Runavíkar Kommunu, so teir ganga ikki ein gang á skúlanum har teir svimja). Felagið hevur ikki havt fíggjarligar karmar til at gjalda venjarunum eyka fyri at skræða seg úr songini og missa arbeiðstíð. Og so má man bara finna eina skipan sum hóskar til 10 tímar svimjing um vikuna 🙂

      90 kg bonkpress – er tað við báðum hondum ? (hi hi hi)

      1. OL silvur í 1988, han svam gott nokk langar harðar venjingar tað mesta av árinum, men tá ið formurin var komin uppá pláss, so kom teknikkurin uppí spæli, og metrarnar fóru niður. Benny vann silvur í 200m firvald, men til venjing svam hann ikki longur enn 50m hvørja ferð. Teknikkurin hevði alt at siga, og at svimja hvønn 50m við líka nógvum tøkum hóðast ferðin fór upp, og hann gjørdinst troyttur. Hettar tykist nú at verða tað ið øll arbeiða við, og trúgva uppá. Dag Stormark var ein pionerur fyri 19 árum síðan 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.