Nú er greitt hvat okkara svimja á Oyggjaleikum

Svimjisamband Føroya hevur lagt út eitt skema her á heimasíðu síni, har vit síggja hvat tey 17 úr Føroyum skulu svimja á Oyggjaleikum. Sum heild viðførir stóri hópurin, saman við avmarkingina á 2 luttakarar úr hvørjum landi í hvørjari grein, at svimjararnir hesuferð kunnu loyva sær at fokusera á sínar absoluttu sergreinir, heldur enn at royna eftir (ov) nógvum heiðursmerkjum.

Til dømis er tað áhugavert at síggja at Pál svimur bara tríggjar kappingar, hóast hann er kvalifiseraður í minst tveimum afturat (200 bringu og 100 blandað, sum hann kláraði kravtíðina í á FM). Ikki at tað ger nakað, tí hann er so avgjørt kvalifiseraður í teimum sum hann svimur, samstundis sum vónirnar fyri heiðursmerki í hinum báðum eru heldur veikar.

Yvirhøvur eru svimjararnir tilmeldaðir í 2-3 kappingum, undantikið Shaila millum Garðarnar, sum svimur 4 kappingar, og stóra undantakið Elspa Mørkøre, sum luttekur í heilum 6 kappingum. Men her skal jú sigast, at Elspa Mørkøre sum kunnugt hevur betri tilmeldingartíð í minst 5 kappingum, enn tann tíðin sum vann gull á seinastu Oyggjaleikum 🙂

Føroyski hópurin er lukkutíð fult umboðaður í liðsvimjingunum, har vit alt annað líka burdu havt góðan kjans at vinna heiðursmerki. Nú veit eg ikki um tað yvirhøvur er loyvt at melda 2 lið úr sama landi til somu kapping; men støðan er í øllum førum at vit ‘bara’ hava éina til hvørja kapping, og at hesir framúr svimjarar tí veruliga mugu svimja seg á liðið.

Her eru tilmeldingarnar, skrivaðar av heimasíðuni hjá Svimjisambandið Føroya.

Kvinnur

Kvinnur 50 fr 50 br 50 ry 50 fi 100 fr 100 br 100 ry 100 fi 100 bl 200 fr 200 br 200 ry 200 bl 400 fr 800 fr
Malan V. Bærendsen   x       x         x        
Shaila millum Garðarnar x     x x     x              
Lisbeth L. Joensen                 x       x    
Elspa Mørkøre x   x   x   x     x   x      
Karina Petersen   x       x                  
Bjørg Seloy     x       x                
Mona Simonsen                           x x
Jutta Thomsen                   x       x x
Tilsamans 2 2 2 1 2 2 2 1 1 2 1 1 1 2 2

Menn

Menn 50 fr 50 br 50 ry 50 fi 100 fr 100 br 100 ry 100 fi 100 bl 200 fr 200 br 200 ry 200 bl 400 fr 1500 fr
Andrass Thomsen                 x x       x  
Beinir E. Danielsen   x             x            
Dánjal M. Hofgaard   x     x                    
Kári J. á Høvdanum     x       x         x      
Pál Joensen                   x       x x
Jákup Ø. Mohr           x         x        
Pauli Ø. Mohr x                            
Kristian Olsen x       x                    
Høgni Miné-Rasmussen                       x     x
Tilsamans 2 2 1 0 2 1 1 0 2 2 1 2 0 2 2

Liðsvimjingar

Lið 4×50 fr 4×50 bl 4×100 fr 4×100 bl
Kvinnur x x x x
Menn x x x x
Tilsamans 2 2 2 2

(fr = frí, br = bringa, ry = rygg, fi = firvald, bl = blandað)

10 thoughts on “Nú er greitt hvat okkara svimja á Oyggjaleikum”

  1. “Til dømis er tað áhugavert at síggja at Pál svimur bara tríggjar kappingar, hóast hann er kvalifiseraður í minst tveimum afturat “

    1500m frí er ein kapping ja, men longur enn nakar annar føroyingur skal svimja tilsamans. (Høgni M-R. undantak, hann svimur 1500m) Og so kemur 400m frí og 200m frí + at hann sær út til at skula svimja við í min. 3 liðsvimjingum.

    Og tað at hann man fara at satsa uppá langar teinar, hevur væl við sær at alt undir 200m verður niðurprioritera av physiologiskum ársøkum. Men undir 52sek í 4x100m liðsvimjing skal nok lata seg gera (hehe K.O. 🙂

  2. eg trúgvi uppa at pál fer undir 52 í stafettini 4×100 frí  sjalvandi eisini danjal martin:)
    so er bara spurningurin um eg fari undir 51 (hehe jón)  tvætl:) tað verur hvørfall spennandi at síggja:) eisini hvørjir fara at manna stafettina, eg veit en drong í havn sum eisini svimur skjótt, og hann trenar hart nú,(so tað er ikki H.Jacobsenhehe) so tað verur spennandi:)  ella hvat halda tit???

  3. haldi vit tosa um flúgvandi start, men eg vildi gjarna sæ pál starta, og vita um hann tók meti:) men so haraftirímóti:) er hann tann einasti som dugir at fáa eitt skifti at passa til 0,0sek hehe

     

     

    1. Dallin, Pál, Jákup & Kári høvdu nokk eina tað skjótastu liðsvimjing tá ið vit hugsa skiftir til NJM í Tampere, men sovori gerð man bert um “sladderhank” er á skamlinum. Menniskaeyga klárar ikki sovori, eins og nervarnar á venjaranum… puha… Men tað er nakað í krevur venjing, og ja tað verður spennandi at síggja hvør í sleppur á liðið, har er jú kapping um plássini… lekkurt! :))

      Kong Kristian man nokk verða sikkur, ella hvat 😉

  4. hehe ja eg hopi hvørfall at eg klari at bíta meg fastan til stafettina, men vit hava somiki góðar svimjarar við at vit klara at nokk at skifta 4 svimjarar fra morni til kvøld:) so fáa allir eisini medalju:) so ja sera sera spennandi:)
    I`m verry exseid, verry exseid
    I`m verry exseid, verry exseid:)hehe (setat Borat)

    1. Ja spennandi verður tað. Og ikki verður tað heilt nemt at seta 1.liðið um vit hugsa um at Andrass & Pál vóru sjúkir til FM og tí ikki heilt vístu seg frá sterkastu síðu, so ikki er til at vita hvat teir kunnu til OYL.

      Um vit leita ígjøgnum úrslit fyri hettar kappingarári, so hevur Pauli Ø. svomi 0:53,6 FM´07 (flúgvandi), Pál J. hevur svomi 0:52,9 NJM´06 (flúgvandi) Danjal Martin 0:52:9 til FM´07 (fastur startur) Kristian O. 0:52.4 til FM´07 (fastur startur) & 0:52,0 (flúgvandi)

      Andrass T. 0:54,0 FM´07 (flúgvandi) Jákup Ø. 0:55,4 FM´07 (flúgvandi) Beinir D. 0:55,6 FM´06 (fastur startur) Kári á H. 0:57.0 FM´07 (fastur startur) Høgni M-R. 0:57,5 FM´06 (fastur startur)

      Jú til OYL kann FAR svimja skjótt í 4x100m frí, men um vit hava ráð til at skifta allar 4 út, tað vita vit ikki enn :-)) Høgni Miné var jú sjúkur og svam ikki 100m frí til FM í ár, kanska hann hevur 0:55,5 í sær ?

  5. haha:P
    eg veit ikki um tit kanska yvast í um vit ikki kunna skifta staffetirnar út, vit vunnu bronzu vid 3.39.90 sum er 54.975 í medal sídstu ferd:D

    sjo man ikki vit klára tad 😀

    1. Kanska eitt sindur naivt at halda at bert vit forbetra okkum 🙂 Tað finna tit útav tá ið tit koma har. Men ein má vara sær fyri at selja skinni áðrenn bjørnin er skotin c”,)

Leave a Reply to ÓnevndurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.