Okkurt galið við høgra síðubjálka

Nú knappliga er høgri síðubjálki undir vinstra, tá ið man kemur á sjálva høvuðssíðuna av svimjing.com. Eg veit ikki hvat hendi, og hví, men royni at leita í fyrisitaraforuminum á drupal.org, og krossi annars fingrar fyri at tað forsvinnur líka skjótt aftur 🙂

2 thoughts on “Okkurt galið við høgra síðubjálka”

  1. Heimasíðuskipanin her hevur hug at klippa ein inngang (tað sum sæst á forsíðuni) bara mitt í onkunstaðni, sum kann geva ávísar trupulleikar (so sum at øll skrift verður feit, av tí at heimasíðuskipanin sigur ‘byrja at skriva við feitari skrift’, og so klippur áðrenn teksturin aftur sigur ‘enda at skriva við feitari skrift’). Eitt mótul finst sum kann ansa eftir hesum trupulleika, og sum eg tí mest sannlíkt leggi inn… í morgin.

  2. Orsaka orsaka… trupulleikin vísti seg at vera í kjakinum um UM 2007, sum eg tí tók av síðuni eina løtu (fyri at rudda upp í HTML). Og gloymdi so at leggja tilfarið út aftur :”-)

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.