Samandráttur av FM 2007

Hetta FM var einastandandi hvat dygd og breidd viðvíkur. Eg havi fyribils talt 14 føroysk met, 21 bólkamet, 37 ferðir at svimjari kláraði minst éina ferð undir oyggjaleikakravtíðina í eini grein, og 8 ferðir at vinnaratíðin á FM varð betri enn vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005. Oyggjaleikahópurin er við 9 dreingjum og 8 gentum metstórur í ár, og saman um tikið hava tey tilsamans 12 bestu tíðir sum eru betri enn vinnaratíðin á síðstu Oyggjaleikum. Umframt nógv føri har tey eru heilt nær at gullinum.

Hetta eru tær góðu tíðir sum eg fyribils havi funnið úr rúgvuni, við at granska viðfesta úrslitalista frá FM 2007. Tær sum standa á listanum burdu passa, men gev gætur at eg mest sannlíkt havi yvirsæð nøkur bólkamet, og kanska annað eisini. Ørminnist at Turið setti meira enn eitt bólkamet, og møguliga Alvi eisini. Rættið í viðmerkingunum, so rætti eg tað á listunum eisini 🙂

14 føroysk met:

  • 50 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 29.89
  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 50 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 27.29
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 100 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 59.37
  • 200 bringa kvinnur, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 50 frí menn, Kristian Olsen, 23.97
  • 100 frí menn, Kristian Olsen, 52.49
  • 400 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 4:23.83
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66
  • 4×100 frí kvinnur, TS, 4:04.77 
  • 4×100 blandað kvinnur, TS, 4:34.94

Minst 21 bólkamet:

  • 50 firvald menn B5, Pál Joensen, 0:26.74
  • 50 rygg kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 50 rygg menn B3, Magnus Jákupsson, 0:33.52
  • 50 rygg menn B5, Kári J. á Høvdanum, 27.29
  • 100 rygg kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 100 rygg menn B2, Alvi Hjelm 1:23.10
  • 100 rygg menn B5, Kári J. á Høvdanum, 59.37
  • 200 rygg kvinnur B2, Jonna Bjartalíð Thomsen, 2:54.46
  • 100 bringa kvinnur B5, Malan V. Bærendsen, 1:17.87
  • 200 bringa kvinnur B5, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
  • 50 frí kvinnur B4, Guðrun H. Jacobsen, 0:30.66
  • 50 frí kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 50 frí menn B2, Alvi Hjelm, 31.47
  • 50 frí menn B5, Pál Joensen, 0:26.74
  • 100 frí kvinnur B2, Turið Christiansen, 1:10.37
  • 200 frí kvinnur B2, Turið Christiansen, 2:35.99
  • 200 frí menn B2, Alvi Hjelm, 2:29.89
  • 400 frí menn B5, Pál Joensen, 4:00.31
  • 100 blandað menn B5, Pál Joensen, 1:01.94
  • 200 blandað menn B5, Pál Joensen, 2:12.81
  • 4×50 frí kvinnur B2, Reki, 2:20.93

Minst 37 ferðir undir oyggjaleikakravtíð:

  • 200 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 2:30.23
  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 50 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 27.29
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 100 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 59.37
  • 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:25.83
  • 200 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 2:08.20
  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen
  • 50 bringa menn, Dánjal Martin Hofgaard, 31.45
  • 200 bringa kvinnur, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
  • 200 bringa menn, Pál Joensen, 2:27.41
  • 200 bringa menn, Jákup Øssursson, 2:28.54
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 50 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 27.53
  • 50 frí menn, Kristian Olsen, 23.97
  • 50 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 24.52
  • 50 frí menn, Beinir E. Danielsen, 24.66
  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.38
  • 100 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 59.45
  • 100 frí kvinnur, Jutta Thomsen 1:00.93
  • 100 frí menn, Kristian Olsen, 52.49
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
  • 200 frí kvinnur, Mona Simonsen, 2:10.32
  • 400 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 4:23.83
  • 400 frí kvinnur, Mona Simonsen, 4:30.99
  • 400 frí kvinnur, Anna Kathrina Eysturberg, 4:35.66
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 400 frí menn, Andrass Thomsen, 4:07.40
  • 800 frí kvinnur, Mona Simonsen, 9:14.73
  • 1500 frí menn, Pál Joensen, 17:08.81
  • 100 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:08.55
  • 100 blandað kvinnur, Lisbeth L. Joensen, 1:10.12
  • 100 blandað menn, Pál Joensen, 1:01.94
  • 100 blandað menn, Beinir E. Danielsen, 1:02.08
  • 100 blandað menn, Andrass Thomsen, 1:02.33
  • 100 blandað menn, Pauli Ø. Mohr, 1:02.67
  • 200 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:26.97

8 ferðir FM-vinnari skjótari enn Oyggjaleikavinnari 2005:

  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen, 30.67
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.38
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66

Metnógvir 17 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir 2007:

  • Elspa Mørkøre, FS
  • Karina Petersen, HS
  • Høgni Miné-Rasmussen, HS
  • Bjørg Seloy, HS
  • Andrass Thomsen, HS
  • Dánjal Martin Hofgaard, TS
  • Beinir E. Danielsen, FLOT
  • Pál Joensen, VS
  • Malan Vitalis Bærendsen, TS
  • Mona Simonsen, TS
  • Shaila millum Garðarnar, TS
  • Lisbeth L. Joensen, HS
  • Jutta Thomsen, TS
  • Jákup Øssursson, FS
  • Kári J. á Høvdanum, FS
  • Kristian Olsen, Ægir
  • Pauli Ø. Mohr, FS

Minst 12 ferðir hava aktivir, føroyskir oyggjaleikaluttakarar skjótari persónligt met enn tann tíð sum gav gull á Oyggjaleikum 2005:

  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:18.11
  • 50 bringa kvinnur, Karina Petersen, 34.97
  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen, 31.11
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.25
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 800 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 9:08.02
  • 1500 frí menn, Pál Joensen, 15:56.21
  • 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66

12 gull í svimjing á Oyggjaleikum? Tað vildi verið ófatiliga skeg 🙂

3 thoughts on “Samandráttur av FM 2007”

  1. Um so er a ssf er uppdatera, so eru minst 21 bólkamet sett. Turið setti met í 200frí 2,35,99 og Jonna Bjartalið Thomsen 200rygg 2,54,46 og havi eg hugt ratt Alvi í 100 rygg 1,23,10 og í 50 frí 31,47 Staffettin hja Reka  bólkur 2  4*50 frí setti bólkamet  við tíðini 2,20,93….

    1. Eg havi nú rættað í listunum omanfyri, og forrestin umskipað teir eitt sindur eisini, so at teir nú sortera eftir grein heldur enn eftir hvat nummar kapping tað var á FM.

  2. Nógvir av teimum sikru oyggjaleikaluttakarunum vóru ikki ein gang niðurtrappaðir til hesa stevnu, av tí at alt fokus er á Oyggjaleikir.

Leave a Reply to RekiCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.