Fyrstaliðsvenjarin hjá FLOT, Ottar í Hjøllum, varð eisini úttikin til Oyggjaleikir, sunnudagin. Ikki í svimjing (hóast hann faktiskt luttók fyri FLOT á FM í svimjing, sama dag), men í triathlon. Hann fekk fjórða og seinasta pláss hjá monnum til Oyggjaleikir, meðan ein annar svimjiveteranur, Gudmundur Joensen úr HS, fekk fyrsta. Og undirritaði sleppi eisini við, heilt uttan at fáa sveittan fram 🙂
Úrslitini frá úttøkukappingini í triathlon síggjast her á alnetinum. Men eg kann kanska stutt at draga saman um her niðanfyri:
Navn | 1500m svimjing | Skift | 40km súkkling | Skift | 10km renning | Tilsamans |
Gudmundur Joensen | 0:20:53 | 0:01:31 | 1:13:07 | 0:00:25 | 0:39:22 | 2:15:18 |
Áslakur Nesá | 0:29:00 | 0:01:52 | 1:07:35 | 0:00:17 | 0:38:43 | 2:17:27 |
Andrass Joensen | 0:26:35 | 0:01:40 | 1:09:57 | 0:00:27 | 0:41:06 | 2:19:45 |
Ottar í Hjøllum | 0:21:54 | 0:02:08 | 1:15:50 | 0:00:28 | 0:46:53 | 2:27:13 |
Evald Rasmussen | 0:25:17 | 0:01:29 | 1:23:08 | 0:00:34 | 0:47:52 | 2:38:20 |
Súsanna Skylv | 0:21:51 | 0:03:09 | 1:20:14 | 0:00:33 | 0:43:29 | 2:29:16 |
Saman um tikið vórðu øll av hesum úttikin uttan Evald, sum tó kann troysta seg við at hann eftir øllum at døma skal við til Rhodos sum svimjidómari. Tvær raskar gentur afturat eru í triathlon-hópinum, sum til dagliga venja og kappast og vinna í Danmark.
Sjálvur skal eg við sum venjari og liðleiðari hjá teimum.
Ja eitt super FM. Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar…Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..
UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM..
Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?
Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt.
Hey frid, eg loyvi mær at flyta hesar spurningar yvir her í forum, so at kjakið her ísv úttøkukappingina í triathlon ikki fer heilt av sporinum 🙂
sí http://www.svimjing.com/2007/05/03/forum/um-2007
Annars áhugaverdir spurningar.