Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari

Heimsmethaldarin Roland Schoeman og tveir aðrir av teimum sum vunnu 4×100 frí OL-gull í Athen 2004, fáa ikki fíggjarligan stuðul frá svimjisambandi sínum til at ferðast heim at svimja á suðurafrikansku meistarastevnuni, og verða tí ikki undan-úttiknir til OL í Beijing 2008. Harvið missa teir møguleikan at luttaka við landsliðnum á venjingarlegum og altjóða svimjistevnum, umframt at í øllum førum Schoeman missur tann studning sum hann fær frá svimjisambandinum til at venja í USA. Inntil august næsta ár, tá ið teir aftur fáa kjans at kvalifisera seg.

Talan er sum sagt um Roland Schoeman, umframt Lyndon Ferns og Darian Townsend, umframt nakrar aðrar av teimum bestu suðurafrikansku svimjarunum, sum til dagliga venja í USA (Jean Basson, Troyden Prinsloo, Neil Versfeld). Fjórði OL-gullvinnarin Ryk Neethling fer at luttaka á heimligu meistarastevnuni, so hann hevur ongan trupulleika.

Eg skrivi “í øllum førum Schoeman” omanfyri – viðvíkjandi mista studningin – av tí at søgan einki sigur um hvussu vítt hinir eisini fáa studning. Schoeman fær hvønn mánaða 7.000 suðurafrikanska rand um mánaðin frá Swimming South Africa, umframt 10.000 frá South African Sports Confederation and Olympic Committee, sum tilsamans eru ein mánaðarløn á 13.215 danska krónur.

Yvirhøvur ljóðar hetta sum eitt prinsipp-mál, meira enn ein veruligur fíggjarligur trupulleiki, tí alt annað líka burdi Schoeman havt ríkiligar møguleikar at fingið sponsorpengar at fíggja heimferðina við. Hann er jú heimsmethaldari í 50 og 100 frí á stuttbana, og burdi tí verið ógvuliga áhugaverdur at stuðla til luttøku á World Cup stevnum í vetur, sum eftir øllum at døma eru nakrar av teimum stevnum hann annars ikki kemur við til, um ikki svimjisambandið tekur hann við sum partur av suðurafrikanska landsliðnum.

Tað er heldur ikki óvanligt at svimjisambond ikki stuðla ferðaútreiðslur hjá svimjarum, altso um teir venja í útheiminum og hava brúk fyri at ferðast heim til stevnur ella víðari ferð við landsliðnum. Veit ikki um at føroyska svimjisambandið nakrantíð hevur gjørt tað, og ivist í at danska ger tað heldur. Feløgini stuðla, og sponsorar… men svimjisambandið ?

Men ok ok, søgan er góð tá ið Roland Schoeman noyðist at gjalda 51.000 suðurafrikanskar rand úr egnum lumma til ferðina til HM í Melbourne, meðan svimjisambandið bara betaldi 14.000 (ávíkavist umleið 39.650 og 10.900 danska krónur). Hann vann jú 50 firvald og kom í finaluna í 50 og 100 frí.  Og aftanfyri alt pínir tað nokk allar partar, at Schoeman segði nei takk til Qatar, tá ið tað landið bjóðaði honum sikkurt ríkiligt av pengum fyri at skifta til at vera qatari heldur enn fátækur suðurafrikani.

Upprunasøgan er her á swimmingworldmagazine.com. Myndin av Schoeman er funnin her á southafrica.blogspirit.com, og er sambært Google her beinleiðis loyvd at endurnýta og broyta, sjálvt kommersielt. Heimasíðan hjá Schoeman er her, men hann hevur einki skrivað um akkurát hetta málið enn.

One thought on “Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari”

  1. Hetta vóru ikki bara tómar hóttanir. Suðurafrikanska meistarastevnan er nú byrjað, og teir tríggir Schoeman, Ferns og Townsend eru ikki við. Schoeman sigur at hann hevur brúkt ov nógvar pengar uppá at fara til HM, til eisini at hava ráð til heimligu meistarastevnuna, og hinir báðir hava faktiskt (sum greinin eisini nevndi) mest trupulleikar av at hava forsømt so nógv í skúlanum vegna HM, at teir ikki eisini kunnu forsøma nú. Lisið her í swimmingworldmagazine.com

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.