Herferð móti føroysku luttøkuni á HM

Nikki Dryden á swimnews.com hevur seinastu tríggjar dagarnar talað rættiliga harðliga at politikkinum hjá FINA, at veita fíggjarligan stuðul til veikari lond at luttaka á HM. Í tveimum teimum fyrstu greinunum (29. og 30. mars) sleppa vit føroyingar rættiliga snikkaleysir, við tað at hann fyrst og fremst leggur á ‘turistunum’ úr Afrika. Men í gjár er álopið rættað móti teimum 5 londunum sum FINA hevur stuðlað hóast tey ikki eru góðkend av Olympisku nevndini, og tá verður álopið jú beint á Føroyar, bæði so og so.

Fyrsta greinin eitur “Where are all the Women?“, har hann kritiserar at FINA ikki hevur kravt javnt býti millum menn og kvinnur á liðunum. Eftir øllum at døma betalir FINA fyri uppihald og flogferð hjá 4 svimjarum og 2 hjálparfólkum úr hvørjum landi, uttan at krevja at talan skal vera um t.d. 2 menn og 2 kvinnur. Og tí luttaka ein rúgva av londum bara við monnum.

Her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt, við tað at Føroyar luttaka við 2 gentum og 2 dreingjum.

Næsta greinin eitur “Quantity Not Quality: FINA’s Strategy“, har hann leggur á at summi lond luttaka við reinum turistum. Nevnir onkran svimjara úr Ghana, føddur ár 1975, sum akkurát kláraði at svimja undir 4 minuttir í 200 bringu, bara fyri at verða kolldømdur. Og at nógvir rímiliga gamlir luttakarar fóru til Avstraliu fyri síðani at strika sína luttøku í seinastu løtu.

Nøkur citat:

“Why is there a 32 year old who goes a 3:58 in the 200 breast competing at the World Championships? How on earth is that helping to develop swimming in Ghana? I do not think it is. Instead, I think it’s a nice free trip to Australia for a bunch of men.”

“Of those 11, there were three 32 year olds, one 30 year old, and one guy aged 29. Why are they scratching from the 50 free? Too much shopping?”

Men aftur her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt. “So all together, Faroe Isles are doing very, very well” 🙂

Triðja greinin “Money Can Be Spent More Wisely” rakar tó nógv meira plett, á eitt mál sum er ógvuliga eymt fyri okkum føroyingar. Nevniliga at vit ikki hava olympiskan limaskap. Dryden heldur her at FINA-pengarnir eru burturblakaðir, um stuðulin allíkavæl ikki kann føra til OL-luttøku, og tað kann man so diskutera. Talan er sambært Dryden um 5 lond, sum merkir at vit eru 20% av trupulleikanum.

Eg veit hvørki um maðurin er liðugur at skriva um hetta mál, ella um tað hevur nakran týdning fyri hvat fólk halda um politikkin hjá FINA. SwimNews er gott nokk ein tann størsta svimjiheimasíðan í heiminum, sum hevði til dømis 55.405 ‘pageviews’ í gjár, sambært mátingunum hjá Alexa. Men eingin sigur at fólk eru einig, bara tí at Dryden skrivar soleiðis. Vit føroyingar mugu bara royna at hava argumentini klár, ífall at onkur týðandi skuldi sett okkum somu spurningar.

Ella fáa okkum IOC-limaskap 🙂

One thought on “Herferð móti føroysku luttøkuni á HM”

  1. Persónliga eri eg nú (takka verið Palla Ziskason) rættiliga yvirbevístur um, at tað er alneyðugt at vit aktivt brúka okkara FINA-limaskap, so at vit ikki risikera at missa hann, og til at gera vart við okkum og Føroyar eisini í OL-høpi.

    Okkara FINA-limaskapur er eitt av mongum góðum argumentum fyri at vit skulu fáa olympiskan limaskap. FIFA-limaskapurin hjá FSF er eisini ein, og kanska serliga olympiski limaskapurin hjá ÍSB (hví skulu vit ikki kunna luttaka á OL, tá ið okkara brekaðu kunnu tað?). Vit mugu halda fast í hesum limaskapum, og brúka teir, so at argumentini hjá IOC vikna í mun til okkara.

    So Dryden fer eftir mínum tykki skeivur, tá ið hann sigur at FINA-stuðulin til HM eru burturspiltir pengar, við tað at vit allíkavæl ikki kunnu luttaka á OL. Fyri tað fyrsta eru FINA og IOC hvør sítt samband, har eg ikki haldi at FINA neyðturviliga skal føla seg ‘undir’ IOC, bara tí at OL er eitt størri tiltak. Tað kann jú broytast, sum í viðurskiftunum millum FIFA og IOC, har tað jú í dag er torført at seta OL yvir HM í fótbólti.

    Fyri tað næsta eru Føroyar góðkendur FINA-limur, so hví skal FINA strika stuðul til okkum bara tí at vit ikki eru limir av einum øðrum felagsskapi? Og fyri tað triðja kann FINA netupp hjálpa okkum til IOC-limaskap, við at stuðla okkum til at kunna gera vart við okkum á HM.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.