“So all together, Faroe Isles are doing very, very well”

Vónandi fái eg ikki Eurosport upp á nakkan fyri at vísa hetta lítla brotið her, har Jutta svimur 200 frí og setur føroyskt met. Haldi tað er áhugavert at síggja hvussu væl Eurosport tekur fram sjálvt hesar í alheims høpi smáu svimjarar, og hoyra hvussu kompetentur og áhugaður journalisturin hjá teimum er.

Hann gitir til dømis at hetta er ein roynd eftir føroyska metinum, og leggur til merkis at hon sparkar meira enn Mona Simonsen gjørdi í riðlinum beint áðrenn. Minnist til navnið ‘Simonsen’ eisini. Og tosar um ‘same swimming suit style’, hvat hann so meinar við tað. Aftaná riðilin nevnir hann hvussu stór betringin er í mun til tilmeldingartíðina.

Í riðlinum hjá Monu legði hann til merkis hvussu lítið hon sparkaði, sjálvt seinastu longdina, og gitti at hon mátti vera langteinasvimjari. Púra rætt, vita vit føroyingar, men man má altso taka hattin av fyri einum journalisti sum dugir og orkar hetta, at fylgja við í øllum riðlum, hóast at talan er um yvir 2000 svimjarar tilsamans.

Her er brotið (ca. 8 MB tilsamans). Eg vildi gjarna víst tað í betri góðsku – og veit eisini hvussu man ger – men tori ikki so væl, vegna copyright og alt hatta har. Hetta við copyright er fremsta orsøkin til at tað er so soltið við videoum her á síðuni.

Get the Flash Player to see this player.

3 thoughts on ““So all together, Faroe Isles are doing very, very well””

  1. Haldi hasin Eurosport madurin sigur: “same swim suit style” og meinar at Jutta og Mona hava sama svimjidrakt styl ella okkurt sovrit. Forbidid skeg at siggja okkara svimjarar i Eurosport!

    1. Man hann ikki meina at hon svimur sama teknik ,sum Mona, men hann sigður same swim suit style ( meina nokk at tær svimja líka, brúka nógv beinini, men sera flott tillukke tit í Melbourn …

       

Leave a Reply to RekiCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.