Bartal hevur sent mær ‘snapshot’ av teimum 100 frí hjá Kristiani Olsen, har hann (Kristian) setur føroyskt met við 54.43. Herligt at síggja okkara egna Kristian á Eurosport 🙂

“Take your marks”, ein føroyahvítur heilt klárur har yviri á geil 7

Kom so SVF, vit vilja eisini hava máling í hylin !

Yes, Kristian longu fremst

Eina kroppslongd frammanfyri, á veg heimaftur.

Ná ok, kanska ikki meira enn ein skutil

Fyrstur á mál, woohoo, so fáa vit nærmyndir !

Olsen nr 1

Olsen veit ikki tíðina enn

Vit vita tað longu: Føroyskt met !

Og nú veit Olsen tað eisini

Føroyskt met LIVE á Eurosport. Unbelievable !

Til lukku Kristian !


Gott svomid Kristian, gott at siggja at tu stadivekk er kongurin hehehe.