Úrslit frá fjórða stevnuparti á NMU 2013

Føroysku svimjararnir hava aftur í kvøld roynt seg á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum nú er liðugt avgreidd har yviri í Reykjavík í Íslandi. Í 800 metra frísvimjing gjørdist Ásbjørg Hjelm úr Ægir nr 7 við tíðini 10:03.60, meðan hon og Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdust ávíkavist nr 6 og 9 í 100 metra bringusvimjing við tíðunum 1:22.01 og 1:26.14. Í 200 metra frísvimjing varð Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag nr 13 við tíðini 2:12.25. Sí øll úrslit her á keflavik.is

Úrslit frá triðja stevnuparti á NMU 2013

Føroysku svimjararnir hava aftur í morgun roynt seg á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í svimjing, sum er í Reykjavík í Íslandi hetta vikuskiftið. Í 50 frí varð Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag nr 5 við 28.68 og Barbara Debes úr FLOT nr 9 við 29.43, og í 1500 frí varð Marius Ihlen Gardshodn nr 6 við 17:10.26. Í 100 rygg varð Signhild Joensen úr Ægir nr 6 við 1:11.37, og í 200 frí vórðu tær báðar Lív E. Eidesgaard úr HS og Jana Thomsen úr Reysta ávíkavist nr 11 og 12 víð 2:19.10 og 2:29.95. At enda varð Rólant Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag nr 6 í 50 frí við 25.39. Sí úrslitalistarnir her.

Úrslit frá næsta stevnuparti á NMU 2013

Føroyska NMU-liðið hevur aftur í kvøld roynt seg á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum er í Reykjavík í Íslandi í dag og í morgin. Í 400 frí fyri dreingir varð Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag nr 11 við 4:24.29, og í 100 frí fyri gentur varð Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag nr 4 við 1:01.51 og Barbara Debes úr FLOT nr 9 við 1:05.21. Í 200 rygg fyri gentur varð Signhild Joensen úr Ægir nr 5 við 2:32.66, í 200 bringu varð Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag nr 8 við 2:41.57, og í 200 blandað blivu tær báðar Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag ávíkavist nr 8 og 10 við tíðunum 2:46.57 og 2:55.19. At enda royndu Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Lív E. Eidesgaard og Rólant Toftum seg í 4×200 frí fyri mix lið, har tey gjørdust nr 5 við tíðini 9:01.73. Sí øll úrslit her á keflavik.is

liv-pushups

(Morensa Thomsen eigur myndina)

Her niðanfyri er video frá tá ið Signhild svam 200 rygg

Og her er 100 frí

Úrslit frá fyrsta stevnuparti á NMU 2013

So er norðurlendska meistarastevnan fyri ung byrjað, har yviri í Íslandi, og fyrstu føroyingarnir hava svomið. Í 400 metra frísvimjing varð Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar svimjifelag nr 7 við tíðini 4:49.73, og í 100 frí varð Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag nr 11 við 56.99. Í 200 bringu svumu tær báðar Ásbjørg Hjelm úr Ægir og Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag seg til eitt ávíkavist 5. pláss og 7. pláss við tíðunum 2:56.88 og 3:06.16. At enda svumu tær fýra Signhild Joensen, Barbara Debes, Jana Thomsen og Sólrun Kjærbo seg til eitt 4. pláss í 4×100 metra frísvimjing, við tíðini 4:28.99. Næsti stevnupartur byrjar klokkan 16:30 seinnapartin, íslendska tíð. Sí úrslit her á keflavik.is

Screen Shot 2013-07-13 at 11.20.12 AM

NMU svimjararnir væl framkomnir til Íslands

Leygarmorgun byrjar Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung, sum í ár er í Reykjavík í Íslandi. Tey eru átta svimjarar sum fara at umboða Føroyar: Lív E. Eidesgaard og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag, Róland Toftum og Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag, Ásbjørg Hjelm og Signhild Joensen úr Ægir , Jana Thomsen úr Reysti og Barbara Debes úr FLOT. Venjarar eru Morensa Thomsen og Rúni Gaardbo.

1016240_10201695334209662_1790421000_n

(NMU-svimjararnir í høllini í Íslandi. Morensa Thomsen eigur myndina)

Startlistin til NMU 2013 í Reykjavík

signhild-og-asbjorgNorðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Reykjavík nú fríggjadagin 12. juli til og við sunnudagin 14. juli, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Startlistin sæst nú her á sundsamband.is, ið avdúkar at føroyingarnir sum ikki einaferð fara at fáa tað hart ímóti hinum norðanlondunum. Tó so, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag verður styrkismett sum nummar 3 í 100 frí, nr 4 í 50 frí og nr 5 í 200 blandað, 200 frí og 400 frí, Ásbjørg Hjelm úr Ægir sum nr 5 í 200 bringu, Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag sum nr 5 í 50 frí, og Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag sum nr 5 í 1500 frí.

(Mynd: Signhild og Ásbjørg á veg til NMU 2013, Rannvá Joensen eigur myndina)

Úttøkur summarið 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Á starvsnevndarfundi týskvøldið 21. mai varð avgjørt at taka hesar svimjarar út til kappingar summarið 2013.

DSC_7058

NMU – Reykjavík – ISL, 13. og 14. juli

  • Lív E. Eidesgaard, 638 fina stig í 100 frí, FM
  • Marius Ihlen Gardshodn, 600 fina stig í 1500 frí, FM
  • Ásbjørg Hjelm, 572 fina stig í 800 frí, FM
  • Róland Toftum, 553 fina stig í 50 frí (liðsvimjing), FM
  • Sólrun Kjærbo, 545 fina stig í 100 blandað, MU
  • Signhild Joensen, 539 fina stig í 100 rygg, MU
  • Barbara Debes, 528 fina stig í 50 frí, FM
  • Jana Thomsen, 506 fina stig í 50 frí (liðsvimjing), MU

Venjarar og ferðaleiðara: Rúni Gaardbo og Morentsa Thomsen.

NMU er í Reykjavík. Farið verður til Íslands 10. juli. Kappingin er 13. og 14. juli.
Continue reading Úttøkur summarið 2013

Úttøka til EJM, NMU og HM 2013

Kravtíðir til EJM og HM 2013 síggjast nú her á heimasíðuni hjá Svimjisambandi Føroya

  • http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2013-25m/
  • http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2013-50m/

Kravtíðarskeiðini eru frá og við FM 2012, til og við FM 2013

Misty meet in Klaksvík today
Continue reading Úttøka til EJM, NMU og HM 2013