Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Reykjavík nú fríggjadagin 12. juli til og við sunnudagin 14. juli, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Startlistin sæst nú her á sundsamband.is, ið avdúkar at føroyingarnir sum ikki einaferð fara at fáa tað hart ímóti hinum norðanlondunum. Tó so, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag verður styrkismett sum nummar 3 í 100 frí, nr 4 í 50 frí og nr 5 í 200 blandað, 200 frí og 400 frí, Ásbjørg Hjelm úr Ægir sum nr 5 í 200 bringu, Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag sum nr 5 í 50 frí, og Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag sum nr 5 í 1500 frí.
(Mynd: Signhild og Ásbjørg á veg til NMU 2013, Rannvá Joensen eigur myndina)