WinnerCam-loysnin hjá SSF nú víðkað við undirvatnskamera

Tað er synd at siga at Winnercam-verkætlanin hjá Svimjisambandi Føroya fekk ein serligan góðan start, omaná sjálva byrjanina við talentvenjingarlegu í februar 2020 … beint áðrenn korona rakti eisini okkum her í Føroyum.

WinnerCam undirvatnskamera

Men, nú ætla vit okkum so smátt í gongd aftur, og hava í hesum sambandi gjørt íløgu í eitt tilhoyrandi undirvatnskamera sum WinnerCam-framleiðararnir í Niðurlondum hava mennt og síðani lanserað nú í 2021.

Her er ein video sum vísir hvussu hetta undirvatnskamera verður nýtt:

Vísindalig grein um roynd av føroyskum úrvalssvimjarum

Fróðskaparsetur Føroya skrivar her um hesa vísindaligu grein, nú útgivin í altjóða tíðarritinum International Journal of Sport Medicine, har svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Ægir fyri árum síðani vórðu testaðir á landi umframt í vatni, til at vita um ein 3-minuttirs max-test á svimjiergometri kundi lýsa teirra svimjievni í vatni.

Continue reading Vísindalig grein um roynd av føroyskum úrvalssvimjarum

SSF keypt útgerð til at máta kondital við

Svimjisamband Føroya hevur keypt sær mátiútgerð frá kanadisku VO2Master, sum liður í FINA OASP verkætlanini til at byggja eina røð av testum til føroyskar svimjarar. Nýggja útgerðin er ein mobil loysn til at máta og greina iltupptøku hjá íðkarum, og ætla vit fyrst at kanna hvussu eftirfarandi hon er.

Continue reading SSF keypt útgerð til at máta kondital við

1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Continue reading 1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Hervið innbjóðing til ein stuttan tíðindafund í ÍSF-húsinum í dag, týsdagin hin 10. apríl 2018 kl 10:30, um eitt spennandi nýtt fýraárasamstarv sum Setrið og Svimjisambandið eru farin undir at byggja upp eitt skipað testumhvørvi til føroyskar svimjarar við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Vegna Fróðskaparsetrið og SSF

  • Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya
  • Rókur í Jákupsstovu, Svimjisamband Føroya

Sí eisini setur.fo