Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés

Tað er ikki eiti á jaligum afturmeldingum sum Svimjisambandið fær, nú aftaná fyrstu roynd at senda landsliðshóp til Bergen Swim Festival. Éitt er, at okkara bestu vunnu 9 heiðursmerki og settu 3 føroysk met og 5 juniormet; men hartil vóru tey 77% sum settu persónlig met, og 83% sum svumu sína bestu tíð í ár. Umframt at stemningurin var uppá tað besta, nú luttøkan eisini var partur av ítróttarsálarfrøðiligu verkætlanini til at byggja upp góðan liðanda.

SSF gongutúr í Bergen. Anita Nysted eigur myndina

Eitt lýsandi prógv um góða avrikið, er at Føroyar endaðu allarovast á heiðursmerkjalistanum á SwimRankings, við 7 gullheiðursmerkjum og 2 úr silvuri, frammanfyri til dømis Jönköpings Simsällskap sum eigur úrmælingin Victor Johansson, og Södertörns Simsällskap sum hevði heimsins besta kvinnuliga svimjara á liðnum, Sarah Sjöström.

Føroyar flest heiðursmerki á BSF 2018, sí SwimRankings

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var saman við Robin Hansson úr Svøríki teir mest vinnandi svimjararnir, Vár við sínum 5 gullheiðursmerkjum í 50, 100, 200 og 400 frí, umframt 50 firvald. Í juniorbólkinum gott nokk, men við tíðum sum lova frá góðum eisini komandi ár, tá ið Vár flytir upp í seniorbólkin.

Signhild Joensen úr Ægir vann 2 gull í 50 og 200 rygg, umframt silvur í 100 rygg, og her tosa vit um heiðursmerki í seniorbólkinum.

Og Rókur Trygvason úr Ægir vann silvur í 200 bringu, í juniorbólkinum.

14 av 18 svimjarum settu persónlig met, og ein av teimum írestandi fýra hartil bestu tíð í ár, sum gevur nevndu prosent, at 77% av svimjarunum høvdu í øllum førum éitt persónlig met heimvið í skjáttuni, og 83% í øllum førum eina bestu tíð í ár. Sum er sera gott úrslit fyri einhvønn hóp.

Yvirlit yvir føroysk avrik á BSF 2018, sí SwimRankings

Metini vóru í raðfylgju sum tey vórðu sett:

  • Rókur Trygvason (2000), Ægir 1:06.14 og juniormet í 100 bringu
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 28.44 og juniormet í 50 firvald
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.01 og føroyskt met í 100 rygg
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 27.09 og juniormet í 50 frí
  • Vár E. Eidegaard (2001), HS 26.84 og føroyskt met og juniormet í 50 frí
  • Vár E. Eidegaard (2001), HS 26.52 og føroyskt met og juniormet í 50 frí

Tilsamans 3 føroysk met og 5 føroysk juniormet, sett á hesi stevnu.

Ein rúgva av svimjarum sluppu hartil at royna seg í altjóða finalum, annaðhvørt sum senior ella junior, við teimum royndum og upplivilsum sum harav fylgja.

Niels í 400 blandað, Vár í 100 frí, Birita og Signhild í 50 rygg útskiljing, Rókur í 100 bringu, Johan í 1500 frí, Eyðrið í 800 frí, Sára í 200 blandað, Vár í 50 firvald útskiljing, Rókur og Róland í 200 bringu, Rebekka og Beinta í 200 bringu, Signhild í 100 rygg, Vár í 200 frí, Rókur og Róland í 50 frí hálvfinalum, Vár og Barbara í 50 frí hálvfinalum, Johan í 400 frí, Vár í 400 frí, Rani og Rókur í 50 bringu útskiljing, Signhild í 200 rygg, Rókur í 50 frí, Vár í 50 frí

Høvuðsvenjarin Juan Jaime Arroyo Toledo sigur soleiðis um luttøkuna á Bergen Swim Festival 2018:

“Summary: The global final report of a Bergen´s participation show; 77% of the Faroes participation (18 swimmers) reach a best personal mark. At the same and parallel, more than 80% attain at least best personal time of the year. Fantastic and exceptional cases where the participation of Vár E. Eidesgaard, the most awarded Faroese swimmer at this meeting who reached several junior records and even absolute Faroese records (in the 50 and 100 free), and who was basically the Junior Queen of freestyle. Signhild Joensen ends also with fantastic results, with domination in the senior backstroke and absolute Faroese record in the 100 backstroke. Many finalist also, as Eyðrið, Sára, Johan, Rókur and Róland.
This result supports the progression set out as goal at the concentration camp in Pál´s swimming center, the 16th to 18th of March.
In the near future we want to begin the monitoring and progress program of the younger swimmers, with the intention to offer support, strength and to develop all competitive ages of our Faroese national swim team.”

Út yvir at vera ein altjóða svimjistevna, so var luttøkan nú á Bergen Swim Festival eisini ein roynd at byggja upp ein enn sterkari liðanda, har svimjararnir til dømis vórðu blandaðir uppá tvørs av feløgum og aldrum á kømrunum, og høvdu fingið til uppgávu at yvirhøvur stuðla hvørjum øðrum. Umframt at liðið var lutfalsliga stórt. Og sum skilst gekk hetta væl, har ein eftirmeting til dømis var, at tey høvdu tosað við fleiri og onnur enn tey plagdu at gera.

Bergen Swim Festival var ein neyðloysn, nú ein støðug hóttan um verkfall ella verkbann er um alt Danmark, og Danish Open tí var heldur risikerligt. Men Bergen Swim Festival er ikki nøkur løtt kapping fyri tað, og stóra luttøkan gjørdi hartil tað, at stevnudagarnir vóru bæði langir og strævnir. Onkrir svimjarar vóru ikki heilt á toppinum vegna sjúku, so eisini tann partur spældi væl av, at liðið kundi avrika so væl hóast avbjóðingar.

Sum sagt, ein stór succés, sum allarhelst verður endurtikin næsta ár. Tað er ikki avgjørt um tað tá verður Bergen ella Keypmannahavn, men Bergen smæðist so ikki burtur í millum.

Til lukku tit 18 føroysku úrmælingar, og liðið rundan um!

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

PS. Video frá stevnuni sæst her, í sera góðari góðsku

One thought on “Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés”

Ger viðmerking