DM-K 2017: Óli 7:53.68 og gull í 800 frí

Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017 – og Frans Johannessen silvur – tá ið finalan í 800 metra frísvimjing fyri menn varð avgreidd. Tíðin 7:53.68 er stórt nýtt persónligt met hjá Óla, í mun til hansara 7:57.56 frá tá ið hann vann gull í somu grein á DM á stuttgeil í fjør.


Tað var annars Frans sum legði avstað sum eitt óløgi, so at hann aftaná fyrstu 200 var næstan trý sekund frammanfyri Óla. Og við tað at Søren Villumsen, sum lá undir hinari liðini á Óla, fylgdi við Fransi, so var tað ikki sørt at man hevði hug at verða skeptiskur, Ólasa vegna, ífall at hinir áttu hasa ferðina allan vegin.

Men so togaði Óli seg so líðandi aftur, og tók fyrst Søren aftaná umleið 400 metrar, og síðani Frans aftaná góðar 500, til at enda vinna við stórum muni aftur til hinar – Óli á 7:53.68, Frans á 7:58.13 og síðani Mads Holm á 7:59.76, við Søren á fjórðaplássi við 8:02.08.

800 frí er ikki kappingargrein hjá monnum á EM á stuttgeil 2017, og eiheldur á HM á stuttgeil 2018, og er tí mest ‘fyri stuttleikar’, uttan beinleiðis møguleika at vinna sær nakra kravtíð.  Men, tað er sjálvsagt altíð ein stórt bragd at vinna sær eitt danskt meistaraheiti, og sum Óli í hesum føri at enntá endurvinna tað !

úrslitalistan her

Ger viðmerking