Magnus Jákupsson royndi seg fyri løtu síðani í DM-finaluni í 100 metra blandaðari svimjing, og vann har silvur við tíðini 53.63, har kravið hjá dønum til EM á stuttgeil 2017 er 53.83.
Daniel Skaaning vann gull við nýggjum donskum meti á 53.17, sum merkir at hann sjálvsagt eisini er úttikin til hesa grein á EM á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember.