Signhild 1:01.00 og nýtt føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen (2000, Ægir) framdi eitt satt bragd í morgun, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík tvær ferðir setti nýtt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur, fyrst við 1:00.32 í kappingini fyri einstaklingar, og síðani við at svimja 1:01.00 teir fyrstu 100 metrarnar rygg í liðsvimjingini 4×100 blandað. Sí úrslitalistarnar her.

Signhild er nú bara 7 hundraðpartar frá kravtíðini 1:00.93 í 100 rygg til Evropameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn nú í desember. Men tað er nú nokk ikki so frykteliga farligt, við tað at hon longu á FM á stuttgeil í mars mánaða svam 2:10.11 á dupulta teininum 200 rygg, har kravtíðin til EM á stuttgeil er 2:11.01.

Kravtíðirnar til NM 2017 er hon so logandi undir, sum eru 1:04.38 í 100 rygg og 2:18.42 í 200 rygg. Í fjør var hon enn junior í NM/NJM høpi, og kappaðist tí tá á NJM heldur enn NM, og vann tá bronsu við tá stórum føroyskum meti og juniormeti 2:11.53. Tá var NM/NJM í Kolding í Danmark, meðan tað nú í desember verður í Reykjavík í Íslandi, knappar 2 vikur áðrenn EM á stuttgeil.

2 thoughts on “Signhild 1:01.00 og nýtt føroyskt met í 100 rygg”

Ger viðmerking