Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:03.43. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 1:04.10, frá JM/MU í apríl mánaða, og skar soleiðis væl meira enn eitt hálvt sekund av metinum. Pál Joensen eigur føroyska metið á 1:02.80, frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum á Jersey í 2015, og fór triðjaplássið tá til manbúgvan Guy Davies á 1:03.69.

One thought on “Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu”

Ger viðmerking