Síðstu kappingar á Danish Open 2015

So er Danish Open av á hesum sinni, og vit føroyingar kunnu væl bara vera nøgd, Pál vann eitt silvur í 400 frí, og Óli og Alvi gjørdu eisini var við seg í topp-10.

Í C-finaluni í 50 rygg svam Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag eftir øllum at døma júst somu tíð sum í innleiðandi riðlunum, 31.83 sekund. Hetta rakk til eitt 20. pláss.

Í A-finaluni í 400 frí vann Pál Joensen silvur við tíðini 3:51.32, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag varð nr 8 við 4:00.71.

Í B-finaluni í 400 blandað varð Alvi Hjelm nr 2 við nýggjum persónligum meti 2:10.81, har besta tíð hjá honum var 2:12.26 frá innleiðandi riðlunum í morgun. Tað rakk til eitt 10. pláss samanlagt á úrslitalistanum.

Og í B-finaluni í 200 blandað fyri kvinnur svam Sára R. Nysted teinin uppá 2:26.19. Har var nokk eitt sindur uppi eftir 4 harðar dagar, tí í morgun setti hon sum kunnugt føroyskt met við 2:23.67. Sára varð nr 16 samanlagt.

2 thoughts on “Síðstu kappingar á Danish Open 2015”

  1. Sára gjørdist nr.11 innleiðandi í 200m blandað.
    Kom altso í B finaluna.

    Í A finaluni vóru 5 útlendskir (ikki danir) landsliðsprofilar, okur tosa ma. um OL svimjarir. Hesar fóru eisini við fyrsta til fimta plássinum.

Ger viðmerking