Pál 3:51.32 og silvur í 400 frí á Danish Open 2015

Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvur í 400 metra frísvimjing á Danish Open 2015, tá ið hann svam teinin uppá 3:51.32, aftanfyri danska Mads Glæsner á 3:49.94 men frammanfyri polska Wojdak Wojciech á 3:57.02. Óli Mortensen varð nr 8 við tíðini 4:00.71.

Pál legði harðast út í finaluni, og førdi tepurt á Glæsner upp til 300 metrar, meðan restin so líðandi dragnaði longur og longur aftur. Men so átti Glæsner ein endaspurt síðstu 100 metrar, til at vinna við hasu lítlu marguni á 1.38 sekund, undir kravtíðin hjá dønum til HM á 3:50.21.

Tíðin 3:51.32 hjá Páli er nakað spakuligari enn teir 3:50.22 hann svam í Marseille, tá ið hann vann gull har, fyrst í mánaðinum. Men tað er tó ein av teimum frægaru hjá Páli, serliga hesa ársins tíð.

Tíðin 4:00.71 hjá Óla var eitt vet verri enn hansara persónliga met á 3:59.67 frá EJM í Dordrecht í fjør summar, men tó enn hansara næstbesta nakrantíð.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking