DM á stuttgeil verður ‘live streamað’ av DR

Danska Meistarastevnan á stuttgeil verður nú hósdag 29. november til og við sunnudag 2. desember, við luttøku av nøkrum av teimum frægastu svimjarunum í danska ríkinum, so sum Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen, Viktor Bromer, Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Stevnan er evstamark hjá dønum at sleppa á liðini til HM í Istanbul og NJM/NM í Vaasa í desember, har kravtíðin skal klárast í finalum, sum allar verða at síggja her á DR. Sí svoem.org, startlistarnar her og livetiming.dk

Annars høvdu sviar eitt áhugavert ‘live stream’ frá sínari meistarastevnu síðsta vikuskiftið, har grafikkurin sær út til onkunsvegna at koma úr WinGrodan, stevnuforritinum sum vit eisini brúka her í Føroyum. Eg sendi beinanvegin fyrispurning til IC Control, og jú, tey umhugsa at gera hesa tænastu til okkurt sum vit kunnu keypa fyri pengar 🙂


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.