Pál og Magnus danskir meistarar í dag

Pál Joensen og Magnus Jákupsson megnaðu hvør í sínum lagi at vinna gull á donsku meistarastevnuni á stuttgeil í dag, Pál rættiliga trygt við tíðini 7:45.62 í 800 frí, og Magnus við heldur tættari kapping 24.25 í 50 firvald, har næsti maður Jonas Sørensen svam 24.39. Magnus vann eisini silvur við 24.72 í 50 rygg, har Andreas Schiellerup svam 24.60.

Jákup Jacobsen hevur sent okkum fylgjandi myndir …

Magnus danskur meistari í 50 firvald

Gløggi hyggjarin sær at her í prinsippinum er ein triði føroyingur eisini á skamlinum í 800 frí, nevndiliga Frans Johannesen sum vann bronsu í 800 frí (umframt seinni aftur bronsu í 200 frí)

Pál danskur meistari í 800 frí

Magnus tvær fantomtíðir á DM í dag

Magnus Jákupsson hevur í dag luttikið á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, og svam hann har tvær óførar tíðir, fyrst 52.92 og silvurheiðursmerki í 100 rygg, og síðani 49.87 sum fyrsti maður í 4×100 frí frá svimjifelagnum VAT, ið rakk til eitt fjórðapláss í teirri kappingini. Tíðirnar eru tó ikki føroysk met, við tað at Magnus her í heyst skifti svimjitjóðskap til at vera danskari.

DM á stuttgeil verður ‘live streamað’ av DR

Danska Meistarastevnan á stuttgeil verður nú hósdag 29. november til og við sunnudag 2. desember, við luttøku av nøkrum av teimum frægastu svimjarunum í danska ríkinum, so sum Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen, Viktor Bromer, Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Stevnan er evstamark hjá dønum at sleppa á liðini til HM í Istanbul og NJM/NM í Vaasa í desember, har kravtíðin skal klárast í finalum, sum allar verða at síggja her á DR. Sí svoem.org, startlistarnar her og livetiming.dk

Annars høvdu sviar eitt áhugavert ‘live stream’ frá sínari meistarastevnu síðsta vikuskiftið, har grafikkurin sær út til onkunsvegna at koma úr WinGrodan, stevnuforritinum sum vit eisini brúka her í Føroyum. Eg sendi beinanvegin fyrispurning til IC Control, og jú, tey umhugsa at gera hesa tænastu til okkurt sum vit kunnu keypa fyri pengar 🙂


Continue reading DM á stuttgeil verður ‘live streamað’ av DR