Victoria 2:09.63, gull og føroyskt met á NMU 2012

Victoria Wigant Eysturdal hevur í dag sett nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 20120, sum er í Keypmannahavn um vikuskiftið. Nýggja tíðin er 2:09.63, har metið hjá Juttu Thomsen frá HeimsMeistarastevnuni í Melbourne í 2007 var 2:10.81. Eitt ófatiliga flott avrik av ungu gentuni úr Ægir, fødd ár 1998 og tí ikki enn millum tey sum sleppa at luttaka á til dømis EJM. Sí úrslitalista her.

Victoria gull á NMU 2012

One thought on “Victoria 2:09.63, gull og føroyskt met á NMU 2012”

  1. Nú er at seta nøsina upp ímóti 1:58,0 um 2 ár so er junior EM gull uppá pláss, ella nær við. Drív á Wigant.

Ger viðmerking