Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík

DSC00386NRK Sport skrivar her at olympiski silvurvinnarin og evropameistarin í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen nú sjálvur arbeiðir fyri at fáa ein OMEGA OSB11 startskammil settan upp í Sentralbadet í Bergen, so at hann kann venja startirnar betri.

“Det er i starten jeg kan hente inn mest på kortest mulig tid. For oss gjelder det ikke å være på nivå med de andre, men bedre enn de andre. Vi må jobbe med de små tingene, så sitter de på plass til slutt”, sigur Dale Oen, og heldur áfram, “Det er på grunn av det som skjedde på 50 meter bryst i sommer og jeg vil ha mest mulig lik startfase som jeg har i konkurranse. Derfor valgte jeg å kjøpe den”

Eftir øllum at døma hevur Alexander altso sjálvur keypt hendan skammil fyri 20.000 norskar krónur, og norski landsliðsvenjarin Petter Løvberg er tí eisini rættiliga væl nøgdur um dedikatiónina hjá Dale Oen: “Det viser at han er opptatt av detaljer, og når vi står på startbanen i London i 2012, skal det ikke være slike ting som irriterer oss i ettertid, at vi mistet ett tidel i starten”

Talan er um sama slag av startskamlum sum teir ið Klaksvíkar Kommuna og Ægir fingu settar upp í svimjihøllini í Klaksvík herfyri. Hetta er einasta veruliga rætta slag av startskamlum til kapping nú, um tú vilt venja til altjóða meistarastevnur, eftirsum at til dømis evropeiska svimjisambandið LEN og altjóða svimjisambandið FINA hava valt at brúka bara hesar til sínar stevnur. Munur er á til dømis hvussu handtakið til ryggsvimjing er háttað, alt eftir hvat modell av startskamli talan er um, og týðandi er tí at koma so nær at sama sniðið sum tað ið tú møtir á EM, HM og OL.

Vit hoyrdu eisini herfyri at suðurafrikanski heimsmeistarin Cameron van der Burgh ynskti sær hetta slag av skamlum, og vita at teir til dømis ikki finnast í Danmark enn. So Klaksvíkin er veruliga í einum eksklusivum klubba, enn 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.