Kloakk-vatn hóttir nú eisini Christiansborg Rundt

Politiken skrivaði í gjár at vatnið í kanalunum runt Christiansborg tá enn var so mikið skitið av kloakk-vatni, at tað ikki er ráðiligt at svimja á leiðini. Eitt sindur óheppi, við tað at tey longu nú leygardagin 28. august skulu hava stóra tiltakið Christiansborg Rundt har, við metnógvum 1300 luttakarum, og úrvalsítróttarfólki eisini. Tey eru tó við gott mót, og siga at forsøgnirnar lova reint vatn til leygardagin, um bara ikki nýtt glopraregn kemur. Og á danska partinum av www.simma.nu siga tey nú, at har er longu reint at svimja í dag.

One thought on “Kloakk-vatn hóttir nú eisini Christiansborg Rundt”

  1. Altso danir, hetta minnir eitt sindur um at vaska WC og skola niður nakrar ferðir, og so siga at tað nú er reint at drekka burtur úr ! :-S

Ger viðmerking