Nakrar videoir frá Fjørðugarðinum

Nøkur smá (myrk) brot frá hugnakvøldinum í hasari krónni í Hafnarfirði. Í hesi fyrstu roynir Christian at sita so stillur sum gjørligt, tí hann hevur eitt svørð við høgra oyra og eina øks við vinstra ...

Her eru tað hasir Harvard Din & Tonics sum syngja "Almost Like Being In Love". Burdi bara itið sum fyrstu orðini, "What A Day This Has Been", soleiðis sum dagurin var gingin :-)

Her syngja Harvard Din & Tonics "Let's call this whole thing off", fyri millum annað LEN forsetanum. Is it a sign ?

Skemtiligu víkingarnir hundsaðu í heilum gestirnar, til til dømis at stilla seg upp at syngja. Her eru tað allir íslendararnir í hølinum sum skuldu syngja "Á Spreingisandi" ...

Her eru tað onkrir tilvildarligir danskir gestir sum syngja "La La La" (intern joke ... víkingarnir báðir søgdu seg áðrenn skula syngja ein sang fyrst á íslendskum og síðani á donskum ... har tann danski teksturin vísti seg so at vera bara "La La La La La" osfr. Væl seinni vórðu øll í hølinum biðin um at syngja við á donskum, og stemmaðu so í "La La La La", líka mikið um man var danskur, franskur, týskur, íslendskur, italskur ella spanskur :-)

Og hesu skuldu vit øll syngja "Dovni Jákup" á fronskum. Vit valdu bara at syngja á hvør sínum máli ...

At enda vóru útvaldir gestnir útsettir fyri eini test, sum viðførdi at tey annaðhvørt vórðu kosin ærisvíkingar, ella dripin ...