Býráðið hjá Eysturkommunu ætlar sambært fundarskrá til fund 14. juni at niðurleggja svimjihylin við Gøtugjógv, fyri heldur at gera høllina til permanenta fimleikarhøll. Hesin fundur skuldi eftir ætlan vera í gjárkvøldið, men varð útsettur til 28. juni, har tey ætla endaliga at taka hylin frá evnaríku svimjarunum í Gøtu.
Sum privatpersónur má eg siga, at hetta er avgerð sum skríggjar ímóti himli, og dømi um hvussu ein kommuna aleina kann niðurpína eitt felag, frá at hava fostrað svimjarar sum Elspu Mørkøre og Kára J. á Høvdanum, til nú at gerast heimleyst við hóast alt eini rúgvu av góðum svimjarum.
Til tey sum ikki vita av hesum, so finnast tað í løtuni tvey feløg í Eysturkommunu, Skeggjar í Gøtu og Reki í Leirvík, sum kommunan nú vælsagtans heldur skulu tvingast til at leggja saman, um ikki tey bara ætla at drepa Skeggjar.
Svimjifelagið í Gøtu hevur einar 35 aktivar svimjarar, og hartil hevur skúlin í Gøtu ein dugnaligan hóp av svimjilærarum, sum við Gøtugjógv lærir gøtubørn væl at svimja. Svimjifelagið FLOT á Toftum hevur eisini mangan havt nyttu av hylinum við Gøtugjógv, tá ið tekniskir trupulleikar vóru við hylinum á Toftum, ella tey bara høvdu tørv á meira venjing.
Svimjing lærir ikki bara fólk at svimja, so at tey kanska umganga at drukna; men eisini at hava virðing fyri vatninum, sum tað jú sum kunnugt er so ómetaliga nógv av runt um okkum her í Føroyum. Svimjing er góð venjing fyri tann sum vil vera í topp-form, og eisini neyðug venjing hjá teimum sum til dømis plágast av gikt og sklerosu.
Vit sum hava verið nær felagnum í Gøtu, sum kappingarneytar og vinir, hava kunnað fylgt einum felag ið eina tíð hevði allar møguleikar at kunna gerast millum størstu feløg í Føroyum, men sum samstundis allatíð hevur havt trupulleikar av sínari kommunu. Tað er sum um at kommunan vil pína felagið í hel, fyri at heldur fáa børnini yvir í fótbólt.
Men eitt veit eg … tað er lítil nytta í at duga at finta við einum bólti, um tú fert á bláman. Tí er hetta ein nógv størri avgerð enn bara ítróttur, sum teir 9 býráðslimirnir í Eysturkommunu fara at taka støðu til, tann 28. juni 2010.