Nakrar videoir frá Fjørðugarðinum

Nøkur smá (myrk) brot frá hugnakvøldinum í hasari krónni í Hafnarfirði. Í hesi fyrstu roynir Christian at sita so stillur sum gjørligt, tí hann hevur eitt svørð við høgra oyra og eina øks við vinstra …



Her eru tað hasir Harvard Din & Tonics sum syngja “Almost Like Being In Love”. Burdi bara itið sum fyrstu orðini, “What A Day This Has Been”, soleiðis sum dagurin var gingin 🙂

Her syngja Harvard Din & Tonics “Let’s call this whole thing off”, fyri millum annað LEN forsetanum. Is it a sign ?

Skemtiligu víkingarnir hundsaðu í heilum gestirnar, til til dømis at stilla seg upp at syngja. Her eru tað allir íslendararnir í hølinum sum skuldu syngja “Á Spreingisandi” …

Her eru tað onkrir tilvildarligir danskir gestir sum syngja “La La La” (intern joke … víkingarnir báðir søgdu seg áðrenn skula syngja ein sang fyrst á íslendskum og síðani á donskum … har tann danski teksturin vísti seg so at vera bara “La La La La La” osfr. Væl seinni vórðu øll í hølinum biðin um at syngja við á donskum, og stemmaðu so í “La La La La”, líka mikið um man var danskur, franskur, týskur, íslendskur, italskur ella spanskur 🙂

Og hesu skuldu vit øll syngja “Dovni Jákup” á fronskum. Vit valdu bara at syngja á hvør sínum máli …

At enda vóru útvaldir gestnir útsettir fyri eini test, sum viðførdi at tey annaðhvørt vórðu kosin ærisvíkingar, ella dripin …

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.