Stjørnurnar flokkast aftur á Bergen Swim Festival

Árliga Bergen Swim Festival verður nú 7. – 9. mai 2010, við 250.000 norskum krónum í premiupottinum, og luttøku av altjóða nøvnum úr serliga Skandinavia. Á heimasíðuni www.bsf.no skriva tey at tey sjálvsagt vænta luttøku av allari norsku elituni, við Alexander Dale Oen og Gard Kvale á odda, og at luttakarar annars eru til dømis Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen og Mads Glæsner úr Danmark, Stefan Nystrand og Petter Stymne úr Svøríki, og Aschwin Wildeboer úr Spania. Cameron van der Burgh skuldi eftir ætlan eisini luttaka, men er sum Pál og Jón í síðstu viku øskufastur í Suðurafrika, av tí at gosið í Íslandi viðførdi so stórar seinkingar har suðuri. Les her á SwimNews.com

Ger viðmerking