3 norsk met á NM á stuttgeil

Alexander Dale Oen betraði fyrradagin við tveimum sekundum um sítt norska met í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann á norsku meistarastevnuni á stuttgeil í Stavanger svam 2:06.26, har hansara norska met frá EM í Debrecen í 2007 var 2:08.28. Cecilie Waage Johannessen betraði 1,8 sekund um sítt norska met frá í fjør, tá ið hon í 200 frí í gjár svam 1:57.45, har hon í november í fjør svam 1:59.25. Og Ingvild Snildal svam 59.35 í 100 rygg, har Katharina Stiberg átti norska metið frá mars mánaða í fjør, á 59.56. Lesið her og her á svomming.no, og sí historikk á www.medley.no.

One thought on “3 norsk met á NM á stuttgeil”

  1. Knúsar so norðurlendska metið hjá Chris Christensen úr West Swim, eitt met sum var sett til HM í Manchester.
    Eg hevði vónir um at Alex kom sterkt aftur í ár, og tað gjørdi hann so. MEN eg hevði ikki vanta at norsku genturnar, sum eru sera stórar (muskuløsar) og sterkar fóru at svimja so skjótt uttan Jaked 😉 But there you go. Sera flott. And then.. tað er “bert” 25m hylur hehe

Ger viðmerking