Superdraktirnar verða nokk eisini forbodnar í masterssvimjing

Tekniska ‘masters’ nevnd hjá FINA hevur nú í vikuskiftinum fundast í Svøríki, og er komin ásamd um at viðmæla eitt bann ímóti superdraktunum, av sama slag sum tað ið verður innført í yngru deildunum tann 1. januar 2010. Tey hava tó ikki enn tikið eina endaliga avgerð, men heldur sent sítt viðmæli víðari til FINA stjórnina at taka støðu til, og tað er tí ikki heilt vist at tað endar við einum fullkomnum banni. Amerikanska mastersfelagskapurin USMS hevur til dømis viðmælt FINA at loyva bæði monnum og kvinnum at dekka eisini yvirkroppin “for reasons other than speed”. Les reachforthewall.com

One thought on “Superdraktirnar verða nokk eisini forbodnar í masterssvimjing”

Ger viðmerking