Svimjistevna í Vági tann 22. august

Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri svimjistevnu í Vági tann 22. august, fyri allar aldursbólkar. Kappingin verður bara leygardagin, soleiðis at svimjarar norðanfjørs kunnu koma suður um morgunin og avstað aftur um kvøldið. Evald Rasmussen verður høvuðsdómarar, og kappingarnar eru:

  • Kapping 1-2 100m blandað
  • Kapping 3-4 50m firvald
  • Kapping 5-6 100m rygg
  • Kapping 7-8 50m br
  • Kapping 9-10 100m frí
  • Kapping 11-12 50m rygg
  • Kapping 13-14 100m br
  • Kapping 15-16 50m frí
  • Kapping 17-18 100m firvald

Tilmeldingarfíla er viðheft, og skal sendast aftur til reidar [kurla] susvim.com seinast hósdagin.

3 thoughts on “Svimjistevna í Vági tann 22. august”

  1. Okur byrja við upphiting klokkan 10:00
    Kappingin byrjar klokkan 11:00

    Kanska ein lætt felagsvenjing verður tá ið kappingin er liðug, um áhugi er fyri tí.
    Um tú vil vera við til felagsvenjing, hav so svimjiføtur við.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.