‘Live’ frá DM 2009: Fyrsti dagur

Nú kl 08:30 føroyska tíð byrjaði fyrsti partur av Danish Open 2009, har føroyskir svimjarar royna at kvalifisera seg til eftirfylgjandi finalur og hálvfinalur. Fyrstu føroyingar eru Elspa Mørkøre og Mona Simonsen í 200 frí, Pál Joensen í 400 frí kl, Astrið Foldarskarð, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í 50 firvald, og Katarina Lamhauge og Malan V. Bærendsen í 50 bringu. Fylgið við á www.svimjing.com/live

6 thoughts on “‘Live’ frá DM 2009: Fyrsti dagur”

  1. Tíðirnar vóru ikki heilt so góðar sum tilmeldingartíðirnar, men Elspa man í øllum førum hava kvalifiserað seg til finaluna, seinnapartin:

    200 frí
    Elspa 28.72 – 1:00.32 – 1:32.65 – 2:04.66 (tilm.tíð 2:02.42)
    Mona 31.97 – 1:06.69 – 1:41.94 – 2:16.55 (tilm.tíð 2:13.98)

  2. Pál svam ímóti Glæsner, í 5. riðli av 400 frí, har Glæsner blásti avstað í fyrstani, fyri síðani at slækka eitt sindur av

    • Mads – 27.02 – 56.30 – 1:25.93 – 1:55.92 – 2:26.66 – 2:57.51 – 3:27.61 – 3:56.74
    • Pál – 27.61 – 57.59 – 1:28.00 – 1:58.77 – 2:29.49 – 2:59.83 – 3:29.89 – 3:58.88

    Ungi Frederik Siem Pedersen sníkti seg inn í millum við 3:58.10, og til finaluna er styrkismetingin tí: Mads Glæsner 3:56.74, Frederik Siem Pedersen 3:58.10, Pál Joensen 3:58.88, Jon Rud 3:59.27

    http://www.livetiming.se/results.php?cid=271&session=1&round=H&event=3

Ger viðmerking