Breitt mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, frá venjarum á EM

Sum tit kunnu lesa t.d. her í The Independent, so skrivaðu venjarar úr millum øðrum 15 av 17 teimum størstu evropeisku svimjitjóðunum undir mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, á EM í Rijeka í síðstu viku. Teir ynskja betri kontrol av hvørjar draktir sum verða loyvdar, og krevja at draktirnar eru á marknaðinum í minst 12 mánaðir, áðrenn tær verða loyvdar á stóru meistarastevnunum.

Eg má sum ferðaleiðari og ábyrgdari fyri føroyska landsliðnum í Kroatia tíverri viðganga, at vit úr Føroyum hvørki tóku støðu tann eina ella annan veg í hesum máli, heilt einfalt tí at eg ikki tømdi skuffuna har mótmælisskrivið lá, fyrr enn tað var ov seint at atkvøða. Ella kom nóg langt niður í bunkan, fyrr enn tíðarfreistin var farin. Vit vórðu sum heild undirdíkt í pappírum á EM, samstundis sum vit meira enn onnur brúktu tíð uppá sjálvir at miðla tíðindi heim til Føroya.

Her umrøða Craig Lord úr Bretlandi og John Leonard úr USA nýggju draktirnar, á The Morning Swim Show

3 thoughts on “Breitt mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, frá venjarum á EM”

  1. Tað verður sagt, at 15 av 17 teimum størstu evropeisku svimjitjóðunum hava mótmælt, og at vit ikki hava mótmælt ella tikið støðu til spurningin (enn) 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.