Johan Martin Poulsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Ægir

Kunningarskriv frá svimjifelagnum Ægir:
 
Svimjifelagið ÆGIR hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kappingarárið 2007/2008

Nýggjur høvuðsvenjari verður Johan Martin Poulsen úr Saltangará og byrjar hann sum venjari 1. august 2007

Johan Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion.

Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR

Við svimjikvøðu

ÆGIR

16 thoughts on “Johan Martin Poulsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Ægir”

    1. Ja eg undrist, FS vid Petur Hedin a odda hjalptu svimjarnum i klaksvik at koma vidari i sidsta ar, og so i ar ta alt er komi a ratt kjol so verda fuglfirdingar bara skippadir i sin gamla 16metra hyl, ikki serliga sportsligt…

      1. Ja hvat tonkja tey i Klaksvik,FS tit mugu tit virkuliga merkja at tit eru snitt, tit sum hjalptu klaksvikingum sidsta ar.

      2. Ja hvat tonkja tey i Klaksvik,FS tit mugu tit virkuliga merkja at tit eru snitt, tit sum hjalptu klaksvikingum sidsta ar.

        1. Havi ikki vilja skriva fyrst,men at klaksvikingar kunnu gera hetta imoti tykkum i FS er bara ikki at skilja,men sigur man ikki at utak er verdens lon…

          1. Sjalvandi skal henda deiliga heimasida ikki misbrukast, men at gamla svimjifelagid i Klaksvik kundi rida so lagt, er undrunarsamt, bleiv sera skakkur ta eg sa lysingina hja klaksvikingum eftir venjara,fyrst at lokka FS og Petur H inn til Klaksvik so FS kundi faa storan hyl, og so bara siga utakk fyri hjalpina.. ?

  1.  

    Hvør er tað, sum so smáligur og sanniliga ósportligur, at skriva tríggjar viðmerkingar á rað innanfyri stutta løtu undir trimum ymiskum nøvnum?                 Øll sum hava eitt líti sindur av sunnum fornuft duga at síggja, at hetta er skriva av einum og sama persóni ella tað er avtala spæla millum tríggjar persónar.

    Skilji allíkavæl viðkomandi sera væl, tað er ósportligt, smáligt, vánaligt av Ægir at gera soleiðis, tí hvar hevði Ægir verið uttan so at FS’ararnir og ikki minst Petur H. vóru komin teimum til hjálpar í fjørð.

    Men ikki misbrúka hesa fantastisku heimasíðuni til at avreagera øvund. Ver heldur saklig og erlig - so koma vit nógv longur við føroyskari svimjing… 

     

  2. vita tit ,hvat tit snakka um, hava tit anilse fyri hvat er teirra millum ,ægir og Petur Heðin, tað kann kan gott verða at samarb er troytta har, vit vita ikki.

    So meiningslest at brúka hesa deiligu svimjusíðu einasta sum vit Føringar hava innan fyri svimjing at spilla onnur út, læt okkum brúka hana fornuftiga 🙂

  3. Eg haldi ikki at tit kunna fara og seta tykkum at skjóta eftir ægir soleiðis fyrrenn tit hava fingi tað ordiligu frágreiðingina frá petur heiðini sjálvum, kontraktin hja honum ljóðaði uppá eitt ár og sum nú er fari og tí leita tey eftir nyggjum venjara ti at petur heðin ikki ætlaði at venja har eitt ár avtrat sum EG havi fatað tað, men skal ikki siga for nógv hví hann ikki er komin aftur, eg svimji sjálvur í ægir og eg vil heldur hava petur heðin sum venjara enn nakran annan. grundin til at eg sigi hetta er tí at eg haldi at petur heðin er ein heilt ótrúligur venjari og ikki minst at verða saman við øllum FS arum tað var eitt feitt ár sum man kann siga tað og eg vil heldur hava tað at forseta enn at fáa nakran annan tí eg havi forbetra meg óbetíðiligani nógv tað seinastu tíðina eg havi havt hann sum venjara, so stuttligt hevði verði um man kundi fingi eina frágreiðing frá petur heðini sjálvum.

  4.  

    Ja, soleiðis skal tað verða…Harragud tað teg nú saman, tú sum blívur við at skriva seg undir ymiskum nøvnum um venjaraskiftið hjá Ægir. Vit (sum vónandi hava eitt sindur av fornuft) síggja enn, at tað er tann sami sum skrivar allar hasar viðmerkingarnar undir fleiri nøvnum:

    Suduroyingur, HS ari í dk, svimjiahugadur i 30 ar, streymoyingiur, spyrjandi.

    Eg eri so hjartans samdur við tær (tykkum).

    Men allíkavæl – ikki gera teg 100% fyri skommum!!     

    p.s. hendi ikki tað sama fyri eitt sindur síðan á einari aðrari svimjiheimasíðu herheima, at ein skrivaði seg undir ein øðrum navni (minnir um eitt av uppiyvirnevndu)?

  5. okeey nú dugi eg kanska at síggja at tað kann verða ein persónur sum hevur skriva fleiri ferðir, men helt bara  eg mátti siga nøkur orð innílmillum her tí eg haldi at tað bleiv alt ov groft spotta eftir Ægir vegna eitt venjaraskifti, men sum eg havi sagt so haldi eg at tað er vegna hasa kontraktina, men fari at royna at finna útav hví vit ikki hava sama venjara sum eg heldur hevði vilja, men eg vil alíkavæl nýta høvi til at ynskja Johan Martin vælkomnan sum venjara hja okkum.

  6. Høgni Miné-Rasmussen

    nei tu !  eg havi ikki sad happy tree friends 😛 men tillukku vid starvinum JM ! bert ein litil heilsan fra Cypern ! skuldi her at ferdast aftana OYL ! tad er nastan vid at bliva ov gott vid allari hesari soluni ! 😛 (p.s orsaka stavi feilur. hetta er ein telda a hotellinum ! snedigt keyboard tey bruka. Eg finni onki a her 😛 haha

Ger viðmerking